Eg eri blivin stressaður – og tað er gott

Í kvøld skal Jógvan Hansen luttaka í íslendska Grand Prixnum. Hetta er seinna innleiðandi kappingin, og tríggir sangir skulu í kvøld sendast víðari til finaluna, sum verður næsta leygarkvøld.

- Eg havi eina góða kenslu nú áðrenn kappingina. Eg eri blivin stressaður, og tað er altíð eitt gott tekin fyri meg, tí nú er tað álvari, sigur Jógvan Hansen.

Hann syngur sangin Til Tín saman við íslendsku songkvinnuni Stefanía Svavarsdóttir.

- Vit hava fyrireikað okkum so væl, sum vit kunnu, og eg vóni, at vit verða væl móttikin í kvøld, líkamikið um vit koma víðari ella ikki. Í gjárkvøldið var úrslitið av fyrru innleiðandi kappingini eitt sindur óvæntað, so tað ber als ikki til at siga, hvør kemur víðari í kvøld, sigur hann.

Í morgun hevur Jógvan vant eitt sindur á venjingarmiðstøð fyri at fáa kroppin í gongd, komandi tímarnar skal hann hvíla seg, og nakað eftir klokkan fimm skal hann møta til kappingina.

- So er bara tað síðsta eftir, og tað er at syngja sum ongantíð áður. Eg eri sera fegin um, at eg skal syngja hendan sangin saman við eini dugnaligari songkvinnu í kvøld, sigur Jógvan Hansen.

Tað ber til at fylgja íslendska Grand Prixnum á heimasíðuni ruv.is frá kl. 19.00 í kvøld.