Eg eri besta boð upp á løgmann

Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum

Hvat er tað besta við, at tað er val?

- Eitt valstríð fær adrenalinið at koyra runt hjá okkum øllum. Vit koma hvørjum meira við, sum eru uppstillað, og vit koma út til lokalfeløgini og vanligu limirnar í einum felags stríði. Annars dámar mær sera væl lokalu valfundirnir, tá nakað av tí gamla stemninginum frá fyrr er.


Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?

- Eg vóni at verða valdur, men eg havi einki boð uppá atkvøðutal.


Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin?

- Hóast vánaligar veljarakanningar, so vóni eg, at vit fáa sjey ella kanska átta.


Hvat etur tú valkvøldið?

- Eg havi sjáldan tíð at eta eitt valkvøld og als ikki bindindi til at gera tað. Fái mær ivaleyst ein betri bita, tá úrslitini eru komin, og viðmerkingarnar eru gjørdar.


Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?

- Tey, sum koma inn á gólvið, fáa sjálvandi bæði ein góðan bita og okkurt at sløkkja tostan við. Tað fáa tey forrestin eisini, um eg ikki skuldi verið valdur. Hetta eru ofta stuðlar, sum offra nógva dýrmetta tíð fyri at hjálpa til.


Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið?

- Ja, ein nýggjan klædning í farnu viku.


Hevur tú verið hjá frisør?

- Klipti mær á Tvøroyri í farnu viku. Ikki bara tí tað er val, men eg var vorðin nakað loðin.


Hvør er tað stuttligasta valevnið?

- Kári á Rógvi.


Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið?

- Undir 5.000 krónur.


Hvør verður løgmaður eftir valið?

- Nú hugsi eg ikki um meg sjálvan, men um Føroyaland, og tá er Jóannes Eidesgaard besta boðið.