Hann er maðurin, sum eitt nú mælir okkum til ikki at eta grind, lata vera við at roykja, vera varin við sólini og minnast til at fáa nóg mikið av rørslu í gerandisdegnum.
- Eg veit væl, at tað er troyttandi fyri summi, at eg altíð komi við boðum, ið fólk helst ikki vilja hoyra, men tað er ein partur av mínum arbeiði at kunna fólk um ymsar heilsuvandar, sigur Pál Weihe. Sum formaður í Fólkaheilsuráðnum og yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu granskar hann og ger metingar um heilsuna hjá føroyingum og er javnan frammi í miðlunum og fortelur um nýggjastu vitanina innan heilsuøkið.
- Áðrenn eg skal fram alment og koma við eitt nú einum tilmæli, um at fólk ikki skulu eta grind, hugsi eg um, at hesi boðini allarhelst ikki verða væl móttikin. Men eg havi mínar kanningar at vísa á, og fólk skulu kunnast úr úrslitini. Um onkur heldur meg vera strævnan og keðiligan, tað kann eg væl liva við, greiðir Pál Weihe frá.
Tók avger á jólaborðhaldi
Hóast Pál Weihe gongur høgt upp í sítt arbeiði og trívist væl við tí, hann fæst við, heldur hann tað vera týdningarmikið at kunna práta um onnur ting enn arbeiði.
- Tá mann situr í einum starvi, sum eg geri, er umráðandi at vita, nær tú skalt tosa, og nær tú skalt tiga. Eg kundi ongantíð funnið uppá, at sett meg at kjakast um til dømis grind og royking, meðan eg eri í eini veitslu, føðingardegi ella okkurt tílíkt,sjálvt um eg havi mína avgjørdu meining um hesi tingini, sigur Pál Weihe. Tá hann á sinni saman við landslæknanum kom við grindatilmælinum, vóru tað ikki øllum, ið hóvaðu boðini um ikki at eta grind, men Pál Weihe heldur, at fólk so við og við eru farin at skilja boðskapin.
- Serliga kvinnur við barn lurta eftir boðunum, og tað er sjálvandi gleðiligt. Eg plagi at siga, at samfelagið er frælst, og fólkini hava ein frían vilja. Eg eri bara so at siga ein prestur, ið vísir vegin, sigur Pál Weihe. Sjálvur hevur hann fyrr etið nakað av grind, men tað var ein ávís uppliving til eitt jólaborðhald, sum fekk hann at taka endaliga støðu um als ikki at eta grind.
- Tað var til eina stóra jólaveitslu á Hotel Føroyum. Sum partur av forrættinum vóru nøkur stykkir av grind og spiki. Eg vildi vera høviskur og væluppdrigin, so eg át sjálvandi forrættin. Tá steðgur er í borðhaldinum, kemur ein maður fegin yvir til mín og sigur “Øll við mítt borð ótu grindina og spikið, men eg helt meg til tíni ráð og át ikki.” Tá kendi eg meg illa og setti mær fyri, at hetta vildi eg ikki uppliva aftur, greiðir Pál Weihe frá, sum líka síðani ikki hevur etið grind og spik.
Watson bað um stuðul
Tað eru tey, ið vilja vera við, at tað er fanatiskt als ikki at eta grind, men hesum er Pál Weihe ikke samdur í.
- Í nógv ár havi eg gjørt kanningar, og úrslitini eru púra greið. Hvalirnir eru illa dálkaðir, og tískil er grind ikki heilsugóður kostur fyri okkum menniskju, sigur Pál Weihe og leggur afturat, at hann á ongan hátt er ímóti grindadrápi.
- Tað eru hvalirnir, sum eru offur fyri dálkingini, og í mínum arbeiði og kunning royni eg at verja menniskjuni, greiðir Pál Weihe frá. Einaferð setti eingin minni enn Paul Watson seg í samband við Pál Weihe fyri at fáa stuðul.
- Paul Watson ringdi til mín úr Hollandi og ynskti mín stuðul, men tað hevði ikki mín áhuga yvirhøvur. Eg vil fegin hjálpa við at forða fyri dálking, soleiðis at hvalirnir kunnu verða reinir, og grind á tann hátt kann verða egnað sum mannaføði, sigur Pál Weihe.
Fólk roykja í hjallinum
Í sínum starvi sum yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og sum formaður í Fólkaheilsuráðnum hevur Pál Weihe mangan ávara føroyingarnar um vandarnar, ið standast av royking. Hann heldur, at stórar broytingar eru farnar fram í roykivanunum hjá fólki seinastu 10 árini.
- Hvat ið royking viðvíkur, er ein revolutión farin fram. Fyrr sást tú fólk roykja allastaðni, men soleiðis er ikki í dag. Í dag tykist tað nærmast taparakent, um ein persónur roykjur, heldur Pál Weihe. Hann átekur tó ikki sær sjálvum og Fólkaheilsuráðnum heiðurin fyri at færri føroyingar roykja.
- Tað er ikki okkum fyri at takka, at alsamt færri fólk roykja. Tað er ein mentanarbroyting, sum er farin fram, og serliga eru tað fjølmiðlarnir, ið hava verið við til at broyta hugsanina hjá fólki mótvegis royking, sigur Pál Weihe, ið sjálvur kann kalla seg fyrrveradi roykjandi.
- Sum vaksin havi eg verið fastur roykjari í eitt tíðarskeið. Eg roykti ikki nógv, men jú, eg var roykjari, greiðir Pál Weihe frá og heldur áfram:
- Fyrr sluppu gestir at roykja heima hjá okkum, men soleiðis er ikki í dag. Ikki tí, tey tora væl at festa sær í eina sigarett, men so biði eg tey bara um at fara útum ella út í hjallin at roykja. Samanumtikið blandi eg meg ikki í, tá fólk festa sær í, og eg fari á ongan hátt eftir fólki, sum roykja, sigur Pál Weihe.
Er eingin fyrimynd
Hóast Pál Weihe hevur eina rúgvu av vitan um heilsu og tað, at vera væl fyri kropsliga, so livir hann í stóran mun sum flest allir aðrir føroyingar, og hann sær á ongan hátt seg sjálvan sum eina fyrimynd.
- Eg eri eingin fyrimynd fyri fólk, um hvussu tey skulu síggja út, sigur Pál Weihe við einum og brosi og leggur afturat:
- Til ber at siga, at eg havi holla vitan, um hvat ein rættur og heilsugóður livimáti er, men tað merkir ikki, at eg sjálvur altíð livi heilsugott, sigur Pál Weihe, sum tó heldur seg hava góðar matvanar.
- Tað er so heppið, at mær dámar fyri so vítt alt tað, sum Fólkaheilsuráðið viðmælir fólki at eta. Eg eri ikki kakufólk, men eg viðgangi, at stendur ein dós av Quality Street karamellum á borðinum, ja so fái eg mær júst eins og flest onnur, sigur Pál Weihe. Fyri tveimum árum síðani varpaði Fólkaheilsuráðið ljós á rørslu og týdningin av, at fólk røra seg dagliga. Tí roynir Pál Weihe eisini at fáa rørslu inn í sín egna og stundum rokaliga gerandisdag, sum ofta er merktur av gransking, pappírsarbeiði og fundum.
- Eg royni at ganga, men eg tími illa út, um veðrið ikki er nøkunlundað gott. Ein gongutúrur tíðliga á morgni virkar onkursvegna sissandi, og gongur mann saman við onkrum, ber til at práta ímeðan, og tað dámar mær væl, greiðir Pál Weihe frá. Hann hevur eisini roynt seg innan fitness, men tað er ikki nakað fyri hann.
- Eg føli meg kiksaðan í eini venjingarmiðstøð, so tað er bara ikki eg. Men tað skal sigast, at umframt gongutúrar, so royni eg onkuntíð at toga eitt sindur í eini rógvimaskinu, sum stendur niðri í kjallaranum, har Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu heldur til, sigur Pál Weihe, sum dámar væl at fáast við heilsu hjá føroyingum.
- Tað, sum ger mítt arbeiðið so spennandi, er, at eg dagliga samskifti við nógv fólk. Mær dámar ótrúliga væl at práta, og práti eisini nógv við tey fólkini, sum koma til kanningar hjá mær, sigur hann og heldur áfram:
- Fólk hava tað inntrykkið av mær, at eg eri ein øgiliga varin persónur, men veruleikin er tann, at eg eri ein risikotakari. Til dømis dámar mær væl at koyra skjótt á týska motorbananum, sigur Pál Weihe og flennir. Fyri stuttum var tað tó nakað, sum fekk hann at vera minni glaðan fyri sítt arbeiði í eina lítla løtu:
- Herfyri, tá veðrið var framúr gott, skuldi eg í onkran fjølmiðil at ávara fólk móti sólini, og eg má siga sum er, at mær dámdi einki at skulu tosa ljótt um sólina, sum stórt sæð allir føroyingar hava longst eftir, sigur Pál Weihe.
FAKTA:
Navn: Pál Weihe
Aldur: 62 ár
Bústaður: Hoyvík
Útbúgving: Cand.med. á Københavns Universitet í 1977. Serlækni í samfelagslæknafrøði og arbeiðslæknafrøði í 1988.










