Eftirlitið við markinum gongur væl

Men londini í ríkisfelagsskapinum eru púra opin fyri hvørjum øðrum

Eftirlitið við markinum í sambandi við koronasmittuna, gongur væl

Tað sigur løgreglan í morgun.

Í fyrradagin var eftirlitið við markinum hert soleiðis at útlendingar úr fremmandum londum sleppa ikki til Føroyar uttan so at teir hava eini heilt ávís ørindi her.

Hetta er eisini galdandi fyri fólk úr Íslandi, Noregi, og hinum norðanlondunum.

Síðani tá er fitt av fólki komið til Føroyar og fútin sigur við KvF, ar fyribils eru fýra útlendingar, sum komu úr Íslandi sendir av landinum aftur.

At eftirlitið við markið er hert, merkir, at fólk úr øðrum londum enn ríkisfelagsskapinum, skulu hava eini ávís ørindi fyri at sleppa til Føroya.

Talan kann vera um útlendingar, sum arbeiða í Føroyum,men talan kann eisini vera um, at fólk koma til Føroyar at fylgja, tí onkur í familjuni fer til gravar, ella tey koma higar at vitja avvarðandi, sum eru álvarsliga sjúk.

Les meiri um tað her: Nú sleppa fólk úr fremmandum londum ikki til Føroya

Men løgreglan leggur afturat, at fleiri hava misskilt boðskapin, tí tey halda, at hetta forðar eisini borgarum í ríkisfelagsskapinum at ferðast ímillum lond í ríkisfelagsskapinum.

Men tað er ikki rætt, tí grønlengingar, danskarar og føroyingar kunnu, ótarnaðir, ferðast ímillum londini í ríkisfelagsskapinum.

Men fyri tað skulu tey fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at fara í sóttarhald í tvær vikur.