Eftirlitið við ólógligum fiskiskapi undir Føroyum er munandi skert

Pengarnir hjá Fiskiveiðieftirlitinum strekkja ikki til og tí hevur verið neyðugt at skerja munandi um eftirlitið við fiskiskapinum undir Føroyum

Fiskiveiðieftirlit

Eftirlitið við fiskiskapinum undir Føroyum hevur verið munandi skert seinastu tíðina og tað verður verðandi nógv skert tað, sum eftir er av árinum.
Tað viðgongur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum.
Fólk kring landið hava ansað eftir, at skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum hava ligið munandi meiri við bryggju hesa seinastu tíðina, enn vanligt.
Og stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum váttar, at so er og hann váttar sostatt eisini, at eftirlitið við fiskiskapinum av tí sama er nógv minni nú, enn tað plagar at vera.
Hann sigur, at tað er fyri at halda játtanina hjá Fiskiveiðieftirlitinum á fíggjarlógini, at tað er neyðugt at skerja eftirlitið.
Oljan er blivin so dýr, at játtanin strekkir ikki til og sostatt ber heldur ikki til at hava tað eftirlit, sum vit plaga at hava og sum vit fegin vilja hava.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv eftirlitið er skert.
Men tað er nógv minni nú, viðgongur hann.

Fingu bara eina millión
Elmar Højgaard sigur, at nú tey hava skert virksemið, væntar hann, at tað fer at bera til at halda játtanina.
Men prísurin er altso, at vaktarskipini sigla nógv minni nú, enn tey plaga at gera.
Hann sigur, at tað var tíðliga í ár, at tey ásannaðu, at játtanin fór ikki at halda, uttan at virksemið varð skert ella at játtanin varð hækkað.
Sostatt varð søkt um eina eykajáttan upp á 2,8 milliónir til fiskiveiðieftirlitið fyri at kunna varðveita virksemið á einum ávísum støði, men løgtingið játtaði bara 1,8 millión.
Men síðani er oljan dýrkað nógv meiri, so veruligi tørvurin varð enntá størri enn tær 2,8 milliónirnar.
Hann sigur,at hesa seinastu tíðina er oljuprísurin tvífaldaður, uttan at játtanin er fylgt við.
Tí hevur verið neyðugt at skipini liggja bundin við, tá ið tey annars átti at verið úti. Sostatt er tað eisini nakað síðani at tey fóru undir at spara, fyri ikki at spreingja játtanina.
Elmar Højgaard staðfestir, at skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum eru eisini ein partur í eini tilbúgving.
Tí syrgja vit altíð fyri, at skipini eru fult bunkrað og annars altíð eru til reiðar, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp.
Men tað ger so tað, at tað vanliga eftirlitsvirksemið má skerjast fyri at veita vissu fyri, at vit altíð kunnu vera til reiðar í eini neyðstøðu og samstundis halda játtanina á fíggjarlógini.

Mugu fáa fýra milliónir afturat
Elmar Højgaard sigur, at tað sær ikki stórt frægari út fyri næsta ár.
Hann minnist ikki upphæddina, sum ætlanin er at játta Fiskiveiðieftirlitinum komandi ár. Men hann sigur, at skulu tey hava ráð til at hava eitt nøktandi virksemi, skuldi játtanin í øllum førum verið fýra milliónir hægri næsta ár, enn hon er í ár.
Tað, sum liggur í kortunum, at játta til stovninum næsta ár, er ein millión meiri enn í ár.
Ein stórur spurningur er, hvussu verður við oljuprísinum næsta ár.
Vit kunnu bara vóna, at oljan verður bíligari. Prísurin er lækkaður eitt sindur, men onkrar metingar siga, at verður talan um ein kaldan vetur í USA, kann prísurin trýfaldast, so tað er ikki til at siga, hvønn veg, oljuprísurin fer.
Hann ásannar, at gongdin er ikki serliga heppin ella ynskilig fyri Fiskiveiðieftirlitið.
Ístaðin fyri at noyðast at repa seglini, vildu vit heldur havt eina játtan, sum gjørdi, at vit høvdu ráð til at endurnýggja okkum. Men sum støðan er nú, hava vit ikki ráð til ymsa nýggja, tøkniliga útgerð, sum vit halda hoyrir til eitt batnandi og nýmótans eftirlitið, eitt nú á samskiftisøkinum.
Men hvørja avleiðing tað annars hevur, at Fiskiveiðieftirlitið er so nógv skert, hevur Elmar Højgaard ongar viðmerkingar til.