Eftirlønarlógin fyri øll?

Ella verða teir veikastu bólkarnir “pilkaðir” burturúr, fyri at fáa enn verri møguleikar enn onnur?

Ása Olsen, V/MBF
-----
Nú eftirlønarlógin eftir ætl­­an verður sett í gildi 1. Jan­uar 2014, røkist onki fyri, at ætlanin er at finna eina loysn soleiðis, at fólk sum bera brek, og sum eru fevnd av ásetingunum í § 3, í Eftirlønarlógini fáa møgu­leika fyri, at fáa eina eftir­lønarskipan á sama hátt sum onnur, men fáa hesi fólk nógv verri umstøður, tá tey náa pensjónsaldur enn onnur.
Í viðmerkingunum til lógar­uppskotið verður sagt, at eftirlønarsamansparingin skal tryggja, at fólk í størri mun skulu kunna klára at for­syrgja sær sjálvum, tá tey gerast pensjónistar. Her má ásannast, at hetta er ikki galdandi fyri fólk sum eru fevnd av § 3, í Eftir­lønar­lógini.
Tað verður lagdur stórur dentur á, at lógin er fyri fólk, sum hava tilknýtið til ar­beiðsmarknaðin, men hetta er ikki heilt rætt.
Áðrenn “Lóg um arbeiðs­fremjandi tiltøk” varð sett í gildi 1. Januar 2013, var støð­an tann, at fólk, sum komu í eina støðu, har tey, orsaka av einumhvørjum breki, noyddust at fara í vart starv, mistu hvørki løn ella eftirløn.
Um Eftirlønarlógin verður sett í gildi 1. Januar 2014, í verandi líki, koma fólk, sum eru komin í eina skip­an, har tey koma í til­laga starv, eftir “lóg um arbeiðs­fremjandi tiltøk”, fyrr vart starv, fyrst at fara niður í løn í mun til gomlu skipanina við vardum starvi. Eftirlønarlógin leggur upp til, at ongar veitingar eftir “lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk”, eru eftirlønargevandi. Hetta merkir, at tann parturin, sum Almannaverkið skal gjalda av lønini, er ikki eftir­lønargevandi.
Hesi fólk, sum koma í tillaga starv, hava øll tilknýti til arbeiðsmarknaðin, so her er okkurt sum ikki hongur saman.
Eftir hesum sær tað út sum, at Landsstýrið “pilkar” teir veikastu bólkarnar burtur­úr, og gevur teimum nógv verri møguleikar enn øll­um øðrum.
Tann 13. Mai 2009, sam­tykti Føroya Løgting, at ST- sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skal galda fyri Føroyar.
Nú ein stórur partur av fólkum, sum MBF umboðar, enn einaferð verða sett uttan­fyri, í einum so átrok­andi lógaruppskoti sum Eftir­lønarlógin, er hetta at meta sum grovt brot á manna­rættindi hjá fólkum, sum bera brek.
MBF kann vísa á, at ST- sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek, hevur sum aðalmál, at fólk sum bera brek, skulu hava somu rættindi og møgu­leikar sum onnur í einum inkluderandi sam­felag.
Eftirlønarlógin útihýsir ikki bert fólki, sum ikki hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, men hon útihýsir eisini fólki, sum koma í tillaga starv og hava tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.
MBF vil alment heita á Føroya Løgting um at taka málið upp av nýggjum og finna eina loysn.
Fólk sum bera brek krevja ikki serrættindi, men javn­rættindi.