Eftir er at taka eina politiska støðu!

Annita á Fríðriksmørk
------

Fáar politiskar ætlanir eru so væl dokumenteraðar sum ætlanin um kommunusamanlegging. Hetta hava embætisfólk gjørt.
Eftir er nú at taka eina POLITISKA støðu.
Men í staðin fyri at taka støðu, velur samgongan at skipa fyri eini fólkaatkvøðu.
Ovkey alt gott um fólkaatkvøður, men her er samgongan í so inkonsekvent, tá ið hugsað verður um, hvussu væl hetta evnið er lýst og kanna og granska; meðan tá ið talan er um flatskatt og at skatta pensjónir, sum eru nógv størri mál, so ger man tað bara uppá onga tíð og við minimalari vitan um avleiðingar.
Relevantir upplýsingar avgerandi fyri úrslitið
Men tá ið landsstýrið nú velur at spyrja fólkið, má fólkið í minsta lagi vita, hvat tað er, tað skal taka støðu til. Landsstýrismaðurin eigur tí at gera sær heilt greitt, hvat mælt verður til:
1. um talan verður um 5 ella 7 ella 9 kommunalar eindir
2. hvørji øki ætlanin er at leggja út og nær
3. hvønn fíggjarligan leist ætlanin viðførir

Tað er til dømis ikki líka mikið fyri fuglfirðingar ella fyri tey úr sunnaru helvt í Suðuroy, um talan verður um 5 ella 9 eindir.
Tað er heldur ikki líka mikið fyri tey, sum eru knýtt at fólkaskúlanum ella nærverkinum um ætlanin er at flyta fólkaskúlan og/ella eldraøkið út.
Tað er heldur ikki líka mikið fyri tey í skuldarbundnum kommunum, hvør fíggjarligi leisturin er.
Tí má landsstýrið hava fingið greiðu á hesum, áðrenn spurt verður.
Kennir fólkið ikki avleiðingarnar av eini ætlan, sum tey skulu taka støðu til, er stórur møguleiki fyri, at fólkið í ávísum og nokk fleiri økjum sigur nei til kommunusamanlegging!
Vil landsstýrismaðurin hinvegin hava eitt ja, - og tað má man ganga út frá! So má hann gera sær greitt, hvør leisturin er, sum samgongan arbeiðir eftir. Tá veit fólkið, hvat tað skal taka støðu til.
Og tað kann verða avgerandi fyri úrslitið!
Fari tí at ynskja Kára P Højgaard hepna hond við arbeiðnum, so vit undir hansara leiðslu megna at hava eina nýggja skipan klára til heystar, tá ið nýggj kommunustýri skulu veljast.
Gott nýggjár!