Eftir 27 ár kann Jørgen gerast løgmaður

Fyri fyrstu hevur Jørgen Niclasen møguleikan at gerast Føroya løgmaður, um altso seinastu veljarakanningarnar høvdu verið valúrslit. Tær geva báðar andstøðuni á tingi meirilutan, og í báðum førum verður Fólkaflokkurin greitt størsti flokkur.

 

Talan er um tvær kanningar, sum eru ymsa, men sum vísa sama tendens, at andstøðan missir smala meirilutan til andstøðuna, at Fólakflokkurin verður størstu, og at Javnaðarflokkurin fær størstu afturgongdina.

 

Seinastu 20 árini hava vit havt fýra løgmenn:

 

Anfinn Kallsberg, bókhaldari á Viðareiði, 1998-2004

Jóannes Eidesgaard, lærari á Tvøroyri 2004-2008

Kaj Leo Holm Johannesen, skipari, Havn 2008-2015

Aksel V. Johannesen, advokatur, úr Klaksvík, búsitandi í Hoyvík 2015-

 

Av hesum hevur Jørgen Niclasen verið longst í politikki. Hann hevur sitið á tingi og í landsstýri at kalla út í eitt síðani januar í 1991, tá hann tók við sum varamaður fyri Svend Aage Ellefsen. Frá 1993-94, tá Fólkaflokkurin ikki var í samgongu, var Jørgen Niclasen úti úr politikki. Men síðani 1994 hevur hann verið valdur hvørjaferð. T. v. s., at hann er valdur í 1994, 1998, 2002, 2004, 2008, 2011 og 2015.

 

Anfinn Kalsberg gavst í politikki, tá hann 2. august í 2007 segði tingsessin frá sær eftir 27 ár í politikki. Jóannes Eidesgaard gavst í 2011, eftir 21 ár í politiki. Kaj Leo Holm Johannsen varð fyrstu ferð valdur á ting í 2002, og Aksel V. Johannesen, sum er tann nýggjasti í politikki, var fyrstu ferð valdur í 2011.

 

Í Fólkaflokkinum var stríð um formansessin eftir at Anfinn Kallsberg legði frá sær. Tað gav at bíta eftir løgtingsvalið í 2015, tá Annika Olsen meldaði seg úr Fólkaflokkinum, tí hon kendi seg ikki virda og setta til síðis og ikki ein gong at fáa møguleikan at stilla upp ímóti Jørgen Niclasen um leiðslu floksins.

 

Hetta stríðið hevur lagt seg. Nú er Jørgen Niclasen tryggur í sessinum - serliga eftir at hann seinasa valskeið hevði so gott tamarhald á flokkinum og samstarvsflokkinum Sambandsflokkinum.

 

Og sambært hesum báðum veljarakanningunu, sum vóru kunngjørdar í gjár, so er stjórin í Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági, Jørgen Niclasen, greitt boð upp á alternativan løgmann fyri Aksel V. Johannesen. Eitt so greitt úrslit vísir, at Bárður Nielsen ikki hevur møguleika at bjóða Fólkaflokkinum av.

 

Í trimum umførum hevur Fólkaflokkurin havt løgmann. Men bara einferð hevur hann verið størsti flokkur. Tað var eftir valið í 1988, tá Jógvan Sundstein gjørdist løgmaður.

 

Eftir valið í 1962 fekk Fólkaflokkurin løgmann í samgongu við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, hóast Tjóðveldisflokkurin var størri. Teir báðir flokkarnir fingu tá ávikavist 20,1 og 21,6%.

 

Í 1998 fekk Fólkaflokkurin aftur løgmann í samgongu við Tjóðveldi, hóast Tjóðveldi hevði 23,8% og Fólkaflokkurin »bara« hevði 21,3%. Og tað sama aftur í 2002.

 

Tá Kaj Leo Holm Johannesen bleiv løgmaður í 2008 í samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, var Fólkaflokkurin størstur. Hann fekk 20,1%, Sambandsflokkurin 20,0 og Javnaðarflokkurin 19,3.

 

Í kanninginl, sum Lóðir gjørdi fyri Kringvarpið, fær Fólkaflokkurin 3,7 størri undirtøku enn Sambandsflokkurin, og tí er óhugsandi annað, enn at Jørgen Niclasen verður løgmaður, verður ein borgarlig samgonga skipað eftir eitt slíkt valúrslit.