Fyrrverandi formaður Sambandsfloksins gjørdi flokkinum greitt, at hann vildi onga ábyrgd hava av politikkinum og mistøkunum, sum fóru at verða gjørd í samgonguni við Fólkaflokkin.
Í bókin »Okkara maður á Christiansborg« avdúkar Edmund Joensen ymisk viðurskifti í Sambandsflokkinum. Eitt nú tað, at hann varð hildin uttan fyri ávirkan, tá seiansta samgongan varð skipað.
Les eisini: Kaj Leo helt Edmund uttan fyri ávirkan
– Av orsøkum, sum formaðurin og hansara næstu stuðlar munnu kenna best, skuldi eg haldast uttan fyri samgongusamráðingarnar eftir løgtingsvalið í 2011. Tingingarnar endaðu tíverri við einari vanlukkuligari høgrasnaring í samgonguskjalinum og í politikkinum, sum síaðni varð førdur, skrivar Edmund Joensen.
– Av tí sama gjørdi eg formannin í tingbólkinum, Alfred Olsen, varugan við, at eg fyri tað fyrsta onga ábyrgd vildi hava av politikkinum og mistøkunum, sum vóru at verða gjørd, og at eg frameftir fyrihelt mær rætt til alment og frítt at siga mína hugsan um samgonguskjalið og førda politikkin, skrivar Edmund Joensen.
Trýst her fyri at síggja politiska landslagið sambært Edmund Joensen.
Í leinkjuni omanfyri sæst, hvussu Edmund Joensen ímyndar sær politiska landslagið í Føroyum. Síðani seinasta løgtingsval, og síðani samgongan við Fólkaflokkin varð skipað, hevur Sambandsflokkurin flutt seg til høgu og burtur frá sambandsveinginum langt út á fullveldisveingin. Sambært Edmundi Joensen er Javnaðarflokkurin tann flokkur, ið liggur longst á sambandsveinginum – hóast flokkurin hevur annað beinið á fullveldisveinginum og hóast flokkurin sambært Edmundi Joensen hevur ein tjóðveldismann á Fólkatingi.










