Edmund við í LiveContest 2005

Danski Bólkurin Super Sonic, har ið fyrrverandi Chase-sangarin Edmund Jacobsen eisini er við, er útvaldur til kappingina LiveContest 2005.

Ikki færri enn 300 bólkur royndu at sleppa gjøgnum nálareyga, men tað eydnaðist bert 92 at sleppa víðari, og ein av teimum bólkunum var altso Super Sonic við Edmund Jacobsen.
Kappingin byrjar 1. septembur og heldur fram til stóru finaluna, sum verður í kenda spælistaðnum Store Vega, Keypmannahavn, tann 21. oktobur.
- Vit eru sera fegnir um at fáa ein slíkan møguleika. Bólkar sum Super Sonic, ið spæla harðan rock, hava sjáldan somu kor sum teir, ið spæla bleytari tónleik. Men LiveContest gevur okkum møguleika at spæla okkara egna tónleik fyri enn fleiri áhoyrarum enn vanligt, sigur Edmund Jacobsen.
Hann leggur afturat, at Super Sonic arbeiðir í løtuni við at fáa ein túr til Føroya í lag, og teir vóna, at meiri verður at frætta um hesar ætlanir í næstum.
Super Sonic útgav stakfløguna "Onetwothreefour" beint áðrenn jól 2004, og hendan er at fá kring alt landið.
Annars ber til at lesa meira um bólkin á www.super-sonic.dk.