Edmund og Sjúrður onga ávirkan á homovígslur

Hvørgin av teimum báðum før­oysku umboðunum í Fólka­ting­i­num, Sjúrð­ur Skaale úr Javn­­að­­ar­flokk­i­num og Ed­­mund Jo­­en­sen úr Sam­­bands­flokk­i­­num vóru í Fólka­ting­­­i­num í gjár, tá atkvøtt varð um at loyva sam­kynd­um at gift­ast í kirkjuni.

Sjúrður Skaale segði, at hann er fyri at samkynd skulu sleppa at giftast, men hann vil ikki kroysta slíka lóg yv­ir kirkj­una.
Men tað vóru fleiri enn Sjúrð­ur og Ed­­mund, sum ikki vóru til stað­ar í fólka­tings­sal­i­num hend­an dag­in. Helle Thorn­ing-Schimdt og Villy Søvndal vóru heldur ikki har, eins og Lars Løkk­e Ras­mus­sen. Ein­asti floks­­leið­­ari í stjórn­ar­flokk­u­num, sum at­­kvøddi, var Mar­­g­rethe Vest­­ager, sum at­­kvøddi fyri.