Edmund Joensen: Nú mugu vápnini brúkast móti ES

– Tað er á markinum til tað barnsliga at hoyra ein sambandsløgmann siga, at »eindarstaturin er burtur«, um Danmark ikki makkar rætt, sigur Edmund Joensen

 

– Um landsstýrið vil varðveita seinasta lepan av sínum trúvirði, má tað nú brúka altjóða vápnini, ið Landsstýrið sigur seg hava, so at fráboðaða ES-boykottið ikki sleppur at standa ósvarað.

 

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann er alt annað enn nøgdur við innsatsin hjá landsstýrinum. Hann heldur, at politiska skipanin í Føroyum meira er upptikin av at tala heldur enn at handla.

 

Hann vísir á, at landsstýrið sigur at av fleiri orsøkum hava vit eina góða sak at føra fram, tí grundgevingarnar fyri at hækka makrel- og sildakvoturnar eru góðar.

 

– Hetta er helst rætt. Tí kann tað undra, at málið ikki er vorðið til annað og meira enn orð. Vit tosa - hini handla, sigur Edmund Joensen.

 

– Upp í saman sigur Landsstýrið, at tað er til reiðar at »samráðast í dag sum ein annan dag«. Men onki hendir. Tað er eisini langt síðani, at Landsstýrið segði seg hava ein góða sak eftir reglunum í altjóða havrættarsáttmálanum. Tó hendir onki, sigur Edmund Joensen.

 

Hann vísir eisini á, at landsstýrið fyri rúmari tíð síðani hevur sagt seg hava møguleika at kæra fráboðaða boykottið til Heimshandilsfelagsskapin WTO.

 

– Tað er ikki gjørt. Seinast er eisini tosað um, at komandi boykottið kann leggjast fyri ES-dómstólin. Tó uttan at nakað stig er tikið. Og tað eru dagar síðani, at uttanlandsnevnd Løgtingsins lat Landsstýrinum eina loyniliga tilráðing í málinum. Kortini hendir onki frá Landsstýrisins síðu, sigur Edmund Joensen.

 

– Tað er púra upplagt, at summi í politisku skipanini hava áhuga í, at onki skal henda. Vit kunnu spyrja: hvør hevur politiskan vinning av, at konfliktin við umheimin heldur fram?

 

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum skýtir eisini eftir fullveldisfólkunum, sum siga, at Danmark eigur at loysa trupulleikan.

 

– Tað er snøgt sagt ynkeligt at síggja fullveldispolitikarar úr fleiri flokkum peika eftir Danmark ella biðja donsku stjórnina um at loysa trupulleikarnar fyri seg, sigur Edmund Joensen

 

Og so fær løgmaður eisini eina breiðsíðu frá Edmundi Joensen.

 

– Tað er á markinum til tað barnsliga at hoyra ein sambandsløgmann siga, at »eindarstaturin er burtur«, um Danmark ikki makkar rætt. Man setur Ríkisfelagsskapin upp á højkant. Álvaratos, hvat hugsar man fyri sær?

 

– At danska stjórnin skal ávirka í ES-skipanini og leggja seg í selarnar fyri at stuðla føroysku sakini, sigur seg sjálvt. Tað skuldi bara mangla! Stjórnin hevur t. d. longu boðið sær til at fáa boykottið lagt fyri WTO, um Føroyar ynskja tað, sigur Edmund Joensen.

 

Hann vísir á, at tað nyttar einki at renna undan ábyrgd:

 

– Nú má politiska leiðslan í okkara landi blíva vaksin og stýra á teimum økjum, ið eru yvirtikin, og sum Føroyar sjálvar hava ábyrgdina av.

 

Viðmerkingin hjá Edmund Joensen kann lesast í fullum líki við at TRÝSTA HER