Boðskapurin hjá Sambandsflokkurin er líka greiður, sum hjá Tjóðveldisflokkinum.
Bara beint øvugtur.
Ríkisfelagsskapurin skal varðveitast. Og hetta merkir sambært løgmann ? formanninum í Sambandsflokkinum ? Edmund Joensen, at hesin felagsskapur skal hava dagliga røkt.
? Og tað verður best gjørt við Sambandsflokkinum. Allir hinir flokkarnir vilja á ein ella annan hátt burtur frá hesi skipan. Vit vilja sum einasti flokkur varðveita ríkisfelagsskapin.
Týðandi við kunning
Edmund Joensen leggur dent á, at talan skal vera um eitt konstruktivt samstarv. Sambandsflokkurin hevur øll árini verið í samstarvi við danska Vinstraflokkin. Og løgmaður dylir heldur ikki fyri, at ein atkvøða fyri Sambandsflokkinum eisini merkir ein atkvøða fyri borgarliga vongin í Danmark.
? Sambandsflokkurin hevur gjørt nógv fyri at kunna um føroysku støðuna í Danmark. Soleiðis sært tú, at Vinstraflokkurin er tann flokkur í Danmark, sum er nógv best kunnaður um Føroyar og okkara viðurskifti, sigur Edmund Joensen og sipar til bankamálið.
Sjálvur minnist hann aftur á seinasta fólkatingsval sum ein sera turbulent vika.
? Eg varð valdur á fólkating, gjørdist løgmaður og fylti fimti ár somu vikuna, sigur løgmaður.
Dystur millum løgmann og varamann
Sambandsflokkurin hevur 18 valevni til Fólkatingsvalið. Hóast Edmund Joensen varð valdur á fólkating seinast, so hevur hann sum løgmaður ikki havt stundir at røkja hetta arbeiði. Tí hevur hansara varamaður Johannes Martin Olsen sitið á fólkatingi seinastu fýra árini.
Og mangt bendir á, at Johannes fegin vil halda fram. Hann hevur seinastu tíðini at kalla skriva dagligar agitatiónsgreinar í føroysku bløðunum.
Sjálvur var hann bert 30 atkvøður aftan fyri løgmann til seinasta løgtingsval. Edmund fekk 663, Jóhannes fekk 633.
Og tá royndi sambandsmaðurin, tingformaðurin Jógvan Ingvard Olsen av Toftum ikki stillar upp aftur, so eru brádliga 191 atkvøður frá seinasta vali leysar.Og bæði Edmund og Jóhannes Martin eru eysturingar
Løgmaður heldur kortini ikki, tað hevur so stóran týdning, hvør verður valdur. Hann leggur bert dent á, at skal ríkisfelagsskapurin hava ein kjans, so er neyðugt við Sambandsumboði á fólkatingi.
? Røkt av ríkisfelagsskapinum verður eisini tað, orðaskifti upp undir valið fyrst og fremst fer at snúgva seg um frá okkara síðu, sigur Edmund Joensen.