Edmund Jensen

26.01.1987 – 07.09.2008

Mín sonur, mín elskaði sonur,

Tá tú lat eygu tíni aftur, bleiv ljósið burtur í mínum lívi,

Tá røddin tín tagnaði,tá lærdi eg hvat pína er,

Tá hendur tínar blivu kaldar, tá frysti mítt hjarta.


Mítt hjarta er fylt við sorg,

Og ikki kann eg fata, at eg skal liva mítt lív uttan teg,

Uttan teg, sum eg ein dag føddi inn í hendan heim,

Men í vónini um at møta tær aftur,

Og takkandi Guði fyri hvønn dag, ið eg slapp at eiga teg,

Vil eg fara víðari,

Ígjøgnum sorgarinnar landskap,

eftir sorgarinnar veg,

Líka so høgt sum eg elski teg,

Líka so tolin vil eg bera sorgina um teg.


Ein dag,

Tá veturin er av, og tað aftur fer at vára,

Tá eg aftur hoyri fuglarnar syngja,

Tá vil eg planta eina blómu,

Hon skal vaksa í hitanum av mínum kærleika til tín.


Og um eina stund, tá hendur okkara aftur røkka hvønn annan,

Tá vil tú leiða meg, til tað landið, har tú bíðar eftir mær.


Mamman