Edin Dzeko fer til Manchester City

Tann 24 ára gamli bosniski framherjin kemur væntandi at kosta Manchester City eina upphædd millum 31 og 35 miljónir evrur, og verður talan um dýrasta spælaran nakað felag í týsku bundesliguni nakrantíð hevur selt.

 

Sambært heimasíðuni hjá Wolfsburg mangla bert nakrir smálutir, áðrenn Edin Dzeko er klárur at tørna út fyri Manchester City. Edin Dzeko skal til eina læknakanning, áðrenn bindur seg til felagið hjá Gunnari Nielsen fram til 2014.

 

Edin Dzeko varð toppskjútti í týsku bundesliguni í farna kappingarári við 22 málum. Edin Dzeko hevur skotið 66 mál í 111 bundesligadystum fyri Wolfsburg. Í 2009 vann Dzeko týska meistaraheitið við Wolfsburg.

 

Manchester City hevur ikki verið enskur meistari síðani 1968, og teir ljósabláu í Manchester spenna nú bogan høgt, fyri at røkka hesum málinum.