Arbeitt verður við at Føroyar gerast partur av sonevndu ECAA-avtaluni, og tá tað er veruleiki, verður tað fullkomiliga frítt hjá Atlantsflog at flúgva allastaðni í Europa Í tosinum um kapping á Føroyarutuni, tykist eitt lyklaorð at vera ECAA-avtalan. Hetta er samstarvsavtala millum ES og triðjalond í Europa í sambandi við flúgving og merkir í stuttum, at flogfeløg kunnu flúgva frítt til øll lond í Europa uttan framman undan at søkja um koncessión.
Tað vil so siga, at tá Føroyar verða partur av hesi avtalu, sum vanliga verður nevnd 3. luftfartspakkin hjá ES, kunnu øll europeisk flogfeløg frítt flúgva upp á Føroyar uttan at biða um loyvi frammanundan.
Men tað merkir so eisini, at Atlantsflog fær somu møguleikar runt um í Europa. Og tað metir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vera avgerandi fyri, at føroyska flogfelagið kann menna seg.
Løgmaður hevur í samráð við Uttanlandsnevndina tikið upp samráðingar við ES um føroyska innliman í avtaluni. Í grundini er flogferðsla eitt mál undir Vinnumálaráðnum, men av tí at talan eisini er um uttanríkismál, ið løgmaður umsitur, er tað hann, sum tekur sær av hesum.
- Vit eiga eftir mínum tykki at yvirtaka loftferðsluøkið, serliga vit nú vit yvirtaka flogvøllin. Men at yvirtaka eitt slíkt mál tekur drúgva tíð. Talan er um nógvar altjóða bindingar og fyrireikingar, sigur Bjarni Djurholm.
Og landsstýrismaðurin undirstrikar, at tað hevur stóran týdning at gerast partur av ECAA í hesum sambandi.
- At gerast partur av slíkari avtalu brýtur heilt einfalt burtur úr nýggjum, sigur landsstýrismaðurin.