Ebbe Sand til Føroya

Fyrrverandi málkongurin í týskum fótbólti, Ebbe Sand, skal í komandi mánað leggja føroyskum venjarum lag á. Fótbóltssambandið hevur fingið avtalu í lag við danan um at halda impolsskeið, sum lið í at hækka støðið á føroyskum fótbólti.

Undirvísingin verður bæði ástøðilig og verklig, har evnið verður venjing við áleyparum, skrivar heimasíðan hjá FSF.

Skeiðið verður 21. februar, og ávísir venjarar hava fingið innbjóðing.

 

Skeiðið við Ebbe Sand verður hildið í sambandi við at hann kemur til Føroya at hava venjingar við nøkrum álopsleikarum, ið hava tilknýti til NAFA-fótbóltsumboðsstovuna hjá Jákupi í Stórustovu.