EB/Streymur vendi dystinum í seinna hálvleiki

(Rás2) Hoyr ein fegnan høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, Heðin Askham seta orð á eitt gott avrik ímóti B36 á Eiði í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham, sum sá sínar menn vinna ein góðan 3-2 sigur á B36 í Hólmanum á Eiði í dag.

 

Í steðginum var B36 á odda 1-0, og Heðin Askham heldur fyri, at tað stóð einki til hjá EB/Streymi i fyrra hálvleiki.

 

Í steðginum minti Heðin Askham spælararnar á, at EB/Streymur spældi ongantíð tveir vánaligar hálvleikir í sama dysti, og sigast má, at hann fekk ein góðan respons, tí EB/Streymur hevði eitt framúr gott avrik í seinna hálvleiki.

 

Nú fer EB/Streymur eftir tí næsta heimasigrinum ímóti AB komandi leygardag. Heðin Askham slær fast, at megnar EB/Streymur at taka heimasigrarnar so hevur liðið eitt gott fundament til kappingina. 

 

Samrøðan Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg kann hoyrast HER