Klokkan 15 verður fyrsta bríksl við Margáir, har EB/Streymur fær vitjan av NSÍ. Hesi bæði liðini hittust við Løkina í Runavík 7. august, og tá kendist tað at vera stórt vónbrot hjá NSÍ og nýggja venjaranum Sámal Erik Hentze, at gestirnir fóru til hús við 1-0 sigri. Gutti Dahl-Olsen skoraði málið, tá ið tað restaðu 19 minuttir.
-Hóast vit síðsta sunnudag taptu 2-1 á heimavølli ímóti B36, so var talan um leikliga framgongd. Nú hava vit vant við fokus á avbjóðingini við Margáir, og vit rokna við, at tað fer at eydnast at vinna úrtøku. Hvussu tað sær út á støðutalvuni, hugsa vit ikki um. Avgerandi er, at vit leygardagin 22. oktober vera røttu megin strikuna, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.
Hjá NSÍ eru Búi Egilsson og Aron Knudsen skaddir, og Pætur Turiðarson Skipanes er farin av landinum í lestrarørindum.
Síðsta sunnudag tapti EB/Streymur 2-0 í Gundadali ímóti HB.
-Tá vóru vit væl við, og vit høvdu møguleikar at skora mál. Vit vóna, at hugburðurin verður tann sami í dag, sum hann var í Gundadali. Um hann verður tað, so hava vit góðan møguleika at vinna úrtøku, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá EB/Streymi.
Hann hevur flestu spælararnar tøkar, og tað er kapping um plássini. Einastu spælararnir, sum ikki eru tøkir, eru Sverri Mariusarson og Hans Pauli á Bø.Felags fyri teir er, at teir hava verið nógv skaðaplágaðir. Hans Pauli hevur bara verið við í einum dysti á besta liðnum, og 17 ára gamli Sverri Mariusarson hevur verið við í tveimum dystum.
At B36 hóskvøldið vann eitt stig í Klaksvík ber við sær, at tað nú eru trý stig frá B36 og fjórða plássinum og aftur til EB/Streym, ið arbeiðir fyri at vinna fjórða plássið og harvið at vinna rættin næsta summar spæla í Europa.