Ikki í hesari øldini hevur eitt lið havt betri kort ímóti fótbóltskvinnunum hjá KÍ enn EB/Streymur/Skála hevur nú.
EB/Streymur/Skála vann stórsigur 7-0 á ÍF/Víkingi á útivølli í kvøld. Fyrr í dag tapti KÍ óvæntað heili 0-4 ímóti HB, og tað merkir, at EB/Streymur/Skála nú er tvey stig frammanfyri KÌ nú bert eitt umfar manglar í bestu kvinnudeildini.
EB/Streymur/Skála hevur 51 stig meðan KÍ hevur 49 stig. Liðini møtast á Eiði komandi leygardag. EB/Streymur/Skála kann við sigri ella javnleiki tryggja sær FM-gullið. KÍ má vinna fyri at fáa 18. FM-gullið á rað.
Aftaná 7-0 sigurin á ÍF/Víking hitti Petur Asbjørn Lervig systrarnar, Ansy og Heidi Sevdal, sum báðar spæla við EB/Streymi/Skála. Tær eru greiðar yvir fyrimunin, men vóru ikki so orðaríkar um hann.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Ansy og Heidi Sevdal.










