Fótbóltur
EB/Streymur tykist framvegis hava beina kós upp móti bestu endastøðu felagsins nakrantíð. Kanska er júst hendan sannroynd eisini størsti motivatiónsfaktorurin hjá leikarunum í løtuni, tí hóast støðan hjá NSÍ á talvuni líkist nógv henni hjá samansetta liðnum, so var munur á, hvat liðini bæði vildu á Mølini sunnudagin.
Eftir eina nakað trilvandi byrjan, var tað nevnliga skjótt, at vertirnir settu seg á dystin, og so var tað í veruleikanum bara ein vegur. Ikki, tí. Liðini vóru hampuliga jøvn í spælinum úti á vøllinum, men munurin í stríðsviljanum kom til sjóndar, tá avgerandi støðurnar skuldu skapast. Her megnaðu gestirnir sera sjáldan at koma framvið verjuni hjá heimaliðnum, sum alla tíðina átti longstu tánna.
Og tað var í so máta eisini í tráð við spælið, at vertirnir fóru til steðgin við leiðsluni. Málið kom, tá Sorin Anghel hegnisliga dróg seg leysan í høgru, og so var lag á manni hjá Sonna L. Petersen at klintra upp á ovastu rók á máltindinum, tá hann bara skuldi seta innarusíðuna á.
Sorin enn einaferð
Ivaleyst mundu runavíkingarnir í steðginum tosað um, hvussu teir skuldu stríða seg inn aftur í dystin, men tað var tó skjótt, at hesar ætlanir vórðu skotnar til botns.
Aftur var tað Sorin Anghel, sum var høvuðsmaðurin, og hesa ferð var hann eisini sjálvur maðurin, sum endaði álopið. Staddur millum tveir runavíkingur spældi hann hegnisliga bóltin millum báðar, áðrenn hann stakk av sjálvur, og so meddaði hann til, tá Jens Martin kom ímóti. Tvey-null og í veruleikanum avgerðin í dystinum.
Runavíkingarnir royndu eftir hetta at koma aftur í dystin, og fortreytirnir fyri at leypa á, batnaðu sjálvsagt, nú vertirnir kundu spæla meira í bíðistøðu, men veruligur spenningur kom ikki aftur. Fyri tað mesta var tað hugflogsskert, sum vertirnir borðreiddu við, og høvuðssterka EB/Streyma verjan hevði sjáldan trupulleikar av longu sendingunum, sum vórðu sendar niðan. Bert eina ferð mátti Gunnar á Steig veruliga sýna, hvør dugur var í honum, og tað var altso ikki nóg mikið hjá NSÍ, sum við hesum datt niður á sjeynda plássið á talvuni.
Nærkast tindunum
Hjá heimaliðnum var lagði sum vera man av tí besta. Teir eru nú á fimta plássinum, og heilt ógjørligt skuldi heldur ikki verið at betra um hetta.
Til tað krevst tó, at menn eru minst líka uppsettir til komandi dystin, tá vitjast skal á Toftum. Har er so einki at ivast í, at teir á heimaliðnum fara at stríðast av øllum alvi, soleiðis at niðurflytingin kann fyribyrgjast.
Hjá runavíkingunum stendur nakað verri til. Teir báðir seinastu dystirnir hjá felagnum eru enntá somikið truplir ? Skála úti og HB heima ? at liðið sum so ikki skal gera sær nakrar serligar vónir um at røkka eini hægri endastøðu.
Ivaleyst er sjálvrannsakanin longu farin í gongd við Løkin, men ein av orsøkunum var í øllum førum sjónlig á Mølini sunnudagin. Sonni L. Petersen sýndi til tíðir í fjør, at hann hevur evnini til at gerast ein av vandamestu álopsleikarunum í landinum, og í ár hevur hann so sanniliga livað upp til hetta. At hann í ár hevur skotið ellivu mál fyri EB/Streym ? og ikki NSÍ ? man í øllum førum vera ein sera tungt-vigandi orsøk til, at liðini liggja, so sum tey gera, og uttan iva er hetta eisini nakað, sum nívur hart hjá runavíkingunum.