EB/Streymur: 30 túsund krónur til Team Rynkeby Føroyar

EB/Streymur hevur latið pengarnar frá dystinum móti HB til Team Rynkeby Føroyar

Sunnudagin, tá EB/Streymur og HB spældu í Betrideildini fór øll atgongumerkjainntøkan óskerd til Team Rynkeby Føroyar. Í kvøld kundi formaðurin í felagnum, Fróði Reinert Petersen, handa Jóhonnu við Streym frá Team Rynkeby Føroyum ein kekk áljóðandi 30 túsund og 730 krónum, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi í dag.

Formaðurin í EB/Streymi, Fróði Reinert Petersen sigur, at EB/Streymur er langt frá tað felagið sum hevur tað størsta inntøkugrundarlagið, men hann og hini í nevndini hildu, at endamálið hjá Team Rynkeby var avgjørt vert at stuðla, og tí valdi tey at lata allar áskoðarainntøkurnar frá dystinum móti HB til Team Rynkeby.

Hoyr samrøðu við Fróða R. Petersen og Rúna Juul við at trýsta HER

Rúni Juul, liðleiðari hjá Team Rynkeby sigur, at hann og allar hinar "rynkurnar", sum súkklarnir nevna seg sjálvi eru sera glað og takksom fyri átakið hjá EB/Streymi.

Team Rynkeby Føroyar súkklar og savnar inn pening til børn við krabba og álvarsligum sjúkum. Í ár bleiv ferðin til franska høvðusstaðin, París, av ongum orsaka av koronasmittuni. Í staðin súkklaði Team Rynkeby Føroyar runt í landinum.

Team Rynkeby Føroyar súkklaði á fyrsta sinni til París í 2014. Síðani tá hevur Team Rynkeby Føroyar savnað áleið sjey milliónir krónur.