Eager To Please hava í ár veruliga gjørt vart við seg. Teir sprottu úr bólkinum Fluffy Toys, sangarin var skiftur út við ein hammondleikara, og gittarleikarin fór at syngja, úrslitið var frálíkt. Teir hava síðani spælt til dans og konsertir nógvastaðni, og undir navninum Orkestriii her Vestriii hava teir havt eitt rimmar hitt á 15 teimum bestu.
Størsti trupulleikin við Eager To Please er, at eingin dugur at stava navnið. Tá teir byrjaðu, stavaðu teir navnið EGR2PLZ, síðan var tað broytt til Eager to Please og í nøkrum samanhangum er tað stavað Eager 2 Please. Væntandi verður næsti staviháttur Eager2pleasE, men hetta er bara eitt git.
Í kvøld er 20 ára aldursmark og leygarkvøldið er 25 ára aldursmark. Ottar í Funningstovu leggur tónleik á, tá bólkurin ikki spælir