Stóra kjakevnið innan føroyska ítróttarheimin hevur í dag verið, um seinna hálvfinalan millum kvinnuliðini hjá VB og Kyndli skal flytast.
Upprunaliga ásetingin segði, at dysturin skuldi spælast mikukvøldið, men Kyndil hevur harðliga funnist at hesum. Ymiskt er, hvussu argumentatiónin fyri hesum hevur verið móttikin, og á Facebook hevur drúgt kjak verið um møguligu dystarflytingina, sum nú er veruleiki.
Í fráboðanini til feløgini ásannar Kappingarnevndin, at hálvfinalurnar kundu verið øðrvísi lagdar frá byrjan, og at aðrir møguleikar kundu verið troyttir í mun til løgdu landskappingardystirnar um vikuskiftið. Hetta vil nevndin taka við í eftirmetingina til næsta kappingarár, soleiðis at kappingin er best fyri flest.
Kappingarnevndin hevur tí avgjørt, at flyta Coca-Cola dystin VB – Kyndil til fríggjadagin 30. januar kl. 18.00. Í avgerðini er dentur lagdur á, at ferðasambandi er betri fríggjadagin og at Kyndil sleppur undan at liggja nátt í Vági. Somuleiðis hevur VB frívikuskifti og harvið ávirkar hetta ikki landskappingarskránna hjá VB.










