Okkurt nýtist bert at hugsa um orðaskiftið í sjónvarpinum ímillum George W. Bush og Al Gore fyri fýra árum síðani.
Hvat minnast vit frá tí? Jú, vit minnast, hvussu Al Gore fleiri ferðir suffaði, og hvussu væl pyntikvinnurnar í sjónvarpinum høvdu smurt hann um andlitið. Tað vísti seg, at ymiskt, sum hann segði, var ikki rætt, tá saman um kom, og tá ein vika var farin, var Bush átta prosentstig frammanfyri.
Sostatt var tað Bush, sum stóð seg betur í sjónvarpsdystunum.
Men gjørdi hann tað? Nei, sannleikin var, at Gore stóð seg betur enn Bush, men Bush stóð seg betur í orðaskiftinum, sum kom aftaná, og tað er her, at avgerðin fellur, sjálvt um tað eru tey fægstu, sum hava givið sær far um tað.
Fyrrakvøldið dystaðust Bush og John Kerry í amerkanska sjónvarpinum. Í skrivandi stund vita vit ikki, hvussu leikur fór, men hendi einki heilt óvæntað, so loyva vit okkum at staðfesta, at tað vóru ikki tey søgdu orðini, sum avgjørdu dystin, men men heldur, hvussu amerikonsku veljararnir uppfataðu tað, sum sagt bleiv.
Aftan á tann fyrsta sjónvarpsdystin um hetta mundið fyri fýra árum síðani vísti ein kanning, at ein rímiliga stórur meiriluti av teimum spurdu hildu, at Al Gore hevði staðið seg betur enn Bush. Tað mundu hjálparfólkini hjá Gore eisini vita, tí sambært Stuart Stevens, sum var á hjálparaliðinum hjá Bush, vóru demokratarnir í hinum rúminum ovurfegnir, tá dysturin var liðugur. Teir vóru ikki í iva um, at teir høvdu vunnið.
Men so fór maskinan hjá Bush og republikanarunum í gongd. Longu um nátina ringdu hjálparfólkini hjá Bush til øll republikonsk tíðindafólk og bóðu tey gera nógv burtur úr teimum smáu mistøkunum, sum Al Gore hóast alt hevði gjørt. Eitt nú hevði Gore nevnt, at ein 15 ára gomul genta í Florida noyddist at standa uppi í skúlastovuni hvønn dag, tí skúlin hevði ikki nóg mikið av stólum til næmingarnar. Tað vísti seg, at hetta var bara tann eina dagin. So hevði Gore eisini sagt, at hann hevði vitjað eitt vanlukkustað saman við stjóranum í amerikonsku tilbúgvingini. Men tað var vara-stjórin. Niðurstøðan hjá republikanarunum var, at Al Gore hevði gjørt alt ov nógv av, og at fólk tí ikki kundu hava álit á honum. Hann var stutt sagt til reiðar at víkja frá sannleikanum fyri at verða valdur.
Dagin eftir fingu amerikanar-arnir boðini frá Bush-hjálpar-fólkunum, og tveir dagar seinni stóð orðið "lygnari" um alla forsíðuna á blaðnum New York Post. Úrslitið kom beinanvegin, og átta dagar vóru øll á einum máli um, at Al Gore hevði tapt sjónvarpsdystin ímóti Bush.
Fleiri demokratiskir viðmerkjarar hava í seinastuni sagt seg stúra fyri, at tað sama kann endurtaka seg hesaferð. Týsdagin ávaraði búskaparfrøðingurin og viðmerkjarin Paul Krugman demokratarnar ímóti tí, sum hann og onnur kalla "tann negativa maskinan hjá Bush". Í einari grein í New York Times skrivaði Krugman, at í sjónvarp-inum vinnur tann, sum dugir best at brúka sjónvarpið, meðan inni-haldið av tí, sum sagt verður, hevur minni týdning.
Adam Clymer, fjølmiðlagranskari, hevur einaferð sagt, at orðaskiftið aftan á sjónvarpsdystirnar ímillum Bush og Gore var eitt gott dømi um, hvussu fjølmiðlarnir sóu flísina í eyganum á Gore, men ikki bjálkan í eyganum á Bush. Tey smáu mistøkini hjá Gore vórðu tugd væl og virðiliga, meðan somu fjølmiðlar als ikki bitu merki í tey stóru mistøkini, sum Bush hóast alt gjørdi.
Undan dystinum fyrrakvøldið høvdu amerikonsku fjølmiðlarnir longu funnið eitt evni. Hví er John Kerry so sólbrendur? Demokratarnir siga, at hann fekk ov nógva sól, tá hann var til ein fótbóltsdyst herfyri, men republikanararnir halda uppá, at hann er als ikki so sólbrendur, men at hann hevur sprænt eitt evnið á andlitið, sum ger, at hann sær út til at vera sólbrendur. Og so kemur sjálvandi spurning-urin: Hvør kann hava álit á einum manni, sum sprænir seg sólbrendan?
Á okkara leiðum tykist hetta láturligt, men í amri-kanska valstríðnum hevur alt týdnng. Tað er tí heldur einki at ivast í, at andlitsliturin hjá Kery verður umrøðuevni í valstríðnum, júst sum urið hjá Bush, eldra var aftan á sjónvarpsdystin ímóti Clinton í 1992. Hann hugdi ov ofta at urinum. Hevði hann ikki stundir til orðaskiftið, ella vildi hann sleppa burtur úr tí? Í hvussu er tapti hann valið.
Tí í einum sjónvarpsdysti ræður um at bera eg rætt at, og tað er tí ikki av ongum, at valevnini hava fingið eina drúgva reglugerð, sum sigur, hvat teir kunnu gera ella kanska heldur, hvat teir ikki eiga at gera.
Alt er ásett við reglum - júst sum í einum fótbóltsdysti, sum hesaferð endar við javnleiki. Tí er orðaskftið aftaná avgerandi fyri, hvør vinnur.
Kelda: Berlingske Tidende)









