Stríðið ímillum Norður- og Suðurkorea hevur mangan verið harðari enn tað er í løtuni. Tað hevur eitt nú verið at sæð í ítróttarheiminum, har londini bæði fyrr í ár luttóku við einum felags landsliði á vetrarleikunum.
Les eisini: Søguligt lógvatak í Suðurkorea
Nú kappast Norður- og Suðurkorea enn einaferð saman. Hetta gera tey í svenska býnum, Halmstand, har HM fyri lið í borðtennis verður spælt í løtuni. Upprunaliga skuldu londini hittast í fjórðingsfinaluni, men so verður ikki.
Londini hava nevniliga gjørt semju um, at tey leggja liðini saman og fara saman víðari til hálvfinaluna. Avgerðina tóku leiðararnir hjá liðunum báðum, og síðani varð umsókn send inn um at sleppa at leggja saman.
Altjóða borðtennissambandið, ITTF, og altjóða olympiska nevndin, IOC, hava játtað londunum at leggja saman, og tískil verður tað eitt sameint Korea, sum í hálvfinaluni skal spæla ímóti annaðhvørt Ukreina ella Japan.