Dystarflytingar: Lítið skil á dystarásetingunum

Fleiri dystir eru nú fluttir fleiri ferðir, men tað ljóðar fyri vist at tað verður fótbóltur leygarkvøldið

Tað gongur illa hjá Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum at fáa kabalina við dystarásetingum at ganga upp. Fyrst blivu dystirnir millum KÍ-HB og NSÍ-B36, sum vóru ásettir til hósdagin 10. septembur, fluttir til fríggjadagin 11. septembur.

Síðani skulu feløgini aftur í dyst týsdagin í komandi viku. Nú eru dystirnir fluttir til leygarkvøldið 12.septembur  klokkan 18, meðan dysturin millum HB og NSÍ, ið skuldi verða týsdagin 15.septembur, er fluttur heilt til 28. oktobur.

Tað er serliga B36, sum hevur trýst fyri at fáa dystin móti NSÍ fluttan til leygardagin. B36 eigur ein spælara á A- landsliðnum - Sonna Ragnar Nattestad - og fimm spælarar á U-21 landsliðnum,s um skal spæla í dag – Róa Mørk Hentze, Bjarna Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic og Ragnar Samuelsen. Hannes Agnarsson er ikki við U21-landsliðshópinum longur vegna skaða í rygginum.

HB, KÍ og NSÍ mótmæltu, men sum skilst so hevur B36 rætt til at fáa fýra hvílidagar frá altjóða dysti til fyrst komandi landskappingardyst. Tað er at undrast á, at toppdystirnir í føroyskum fótbólti verða fluttir runt, so stutt undan dystardegnum, tá umstøðurnar hava verið kendar í longri tíð. Tað hevur leingi verið greitt, at U21-landsdystinum skuldi spæla í dag, og tað hevur leingi verið greitt hvørjir spælarar eru á U21-landsliðnum.

Í løtuni er støðan tann, at KÍ-HB og NSÍ-B36 spæla leygarkvøldið kvøldið klokkan 18. Koronasmittan hevur sanniliga rækt føroyskan fótbólt í ár, men í hesum førnum er talan um umstøður, ið Kappingarnevndin hevur vitað í longri tíð.