Eik hevur á heimasíðu sínari dagført yvirlitið yvir føroyskar sethúsaprísir. Hetta verður gjørt fyri hvønn ársfjórðing sær, og feskastu tølini vísa sethúsaprísirnar fyri fyrsta ársfjórðing í 2015.
Tølini vísa, at meðal sethúsaprísurin í Havn heldur sær beint oman fyri tvær milliónir. Eitt tal, sum hevur verið støðugt í eini seks ár.
Uttan fyri høvuðsstaðin hevur sethúsaprísurin fyri tað mesta hildið sær beint um milliónina, men gongdin tykist vera, at her kvinka prísirnir uppeftir. Fyri størru bygdirnar og aðrar býir enn Tórshavn var meðalprísurin fyrsta ársfjórðing í ár 1,15 mió kr, meðan meðal sethúsaprísurin á smærru bygdunum var 965.000 krónur.
Eik skrivar á heimasíðuni, at prísirnir eru viðgjørdir, so teir eru umboðandi fyri marknaðin. Hetta merkir millum annað, at prísirnir verða “reinsaðir” fyri óvanlig viðurskifti.