Sunnukvøldið kl. 20 verður ein fagnaðarkonsert í SALT, har Alex Bærendsen, sáli, verður fagnaður við tiltaki undir heitinum “Dýrabar minni – Alex Bærendsen fagnaðarkonsert”.
Fyrireikararnir siga, at ætlanin er minnast tíðina í 70'unum og 80'unum, minnast góðar løtur við countrytónleiki hjá Alex Bærendsen.
Fyrri parturin verður við teimum, íð stóðu Alexi nær, og verður tað tosað um lívið hjá honum við tónleiki, ítrotti og annað.
Konsertparturin verður við Svein í Prestgarði og bólki, íð framføra løg sum Alex gav út á kassettuband og seinni á fløgu.












