Dyggur smeitur fyri United

Wayne Rooney er væntandi skaddur í tveir mánaðir skriva enskir miðlar. Louis van Gaal, høvuðsvenjari hjá Manchester United, váttaði, at Wayne Rooney er skaddur og ikki er við í hópinum, sum skal spæla móti FC Midtjylland í morgin. Hann vildi tó ikki siga nakað um, hvussu leingi áleyparin fór at vera skaddur.

 

30 ára gamli áleyparin og liðskiparin hjá Manchester United hevur fingið ein knæskaða. Hann hevur skorað 17 mál hetta kappingarárið, hóast hann hevur verið undir hørðum atfinningum fyri at hava spælt minni væl.

 

Hann hevur tó skorað 7 mál seinastu 9 dystirnar, og tí kemur hetta illa við hjá United-viðhaldsfólkum. Millum dystirnar, sum Wayne Rooney væntandi ikki fær tikið lut í, eru dystirnir móti Arsenal, Tottenham, Everton og Manchester City.