Dvørgar, vargmenn og annað valafólk

UMMÆLI. Hugskotið til fantasy-bók er gott, meðan tað bilar við tilevningini, sigur Jógvan Isaksen í ummæli av fyrru bókini úr ?Heiminum Forna? hjá Anfinni í Skála. Í næsta Vikuskifti ummælir Bergljót av Skarði bøkurnar úr ?Heiminum Forna? við høvuðsdenti

á seinnu bókina, sum nevnist ?Ferðin til Zambora?

 

Annfinnur í Skála: Heimurin forni 1. Hjá dvörgunum í Niðafjöllum. Ævintýrsøga. Umslag: Hannis Egholm. 264 bls. Sprotin 2000. Kr. 250

?Hjá dvørgunum í Niðafjøllum?, ið er fyrsta skaldsøgan hjá Annfinni í Skála, er fyrri partur av søguni um Heimin Forna. Kjartan, sum er eitt sindur egin, gongur í studentaskúla, og mamman má í heilum koyra undir hann, tí hann gloymir seg burtur í telduspølum. Ein morgunin skal flokkurin hjá honum útferð niðan á Núgvuna, og í útvarpinum verður sagt frá bili, sum er farin útav Oyggjarvegnum við Huldustein, tí hann var um at koyra á ein reiðmann við spjóti. Løgreglan sigur, at hetta er fimti tilburðurin av hesum slagi, men tá ið sjaførarnir eru komnir úr bilunum er eingin at síggja.

Í einum dali á Núgvuni verður Kjartan sendur eftir lyngi og biður Hallberu, sum hann er skotin í, koma við sær. Tey elta ein ravn inn í eina holu millum nakrar klettar og stutt seinni eru tey í einum øðrum heimi, har fjøllini eru skógvaksin, og aftan fyri tey letur hellismunnin seg aftur.

Tey eru komin inn í Heimin Forna, har dvørgar, álvar, risar, vargmenn og menniskir liva hvørt um annað og ikki minst tráa eftir valdi. Kjartan og Hallbera eru lokkaði inn í eina miðaldarkenda tíðarflá, tí dvørgakongurin Gulnir hevur brúk fyri teimum at finna út av, hvar ið seinasti parturin av Gjallarhorninum er. Hetta stendur í bókini Skinngrýla, sum er at finna í býnum Xalar, har tann óndi Zarok kongur ræður. Verður blást í hornið renna teir sundurskildu heimarnir aftur saman, og bardagin verður so ræðuligur, at tað fer at hava ragnarøkur við sær.

Restin av søguni í hesum bindi ? og ivaleyst tí næsta við - snýr seg um ferðina hjá teimum ungu frá dvørgunum í Niðafjøllum um álvarnar í Grátumýrum til landið Zambora, har Xalar er. Ferðin er vandamikil, tí vargmenn jagstra tey, og tað gert meiri og meiri ivasamt, hvønn tey yvirhøvur kunnu líta á, og hví Gulnir kongur er so altráúr eftir Gjallarhorninum.

Vetur í túsund ár

Høvundurin hevur ivaleyst fingið íblástur frá høvundum sum C.S. Lewis og J.R.R. Tolkien, og líkleikar við bøkur hjá hesum eru tað fitt av. Í Narnia-bókunum hjá Lewis verður eisini fari úr okkara heimi inn í eina aðra tíð, og tað ber til at ferðast aftur og fram eftir ikki heilt greiðum reglum. Árstíðirnar í Heiminum Forna standa at kalla í stað, soleiðis at heyst hevur verið í túsund ár, og vetur fer at vera í onnur túsund ár. Ævinligur kuldi valdar somuleiðis í tí fyrstu Narniu-bókini, sum á føroyskum eitur ?Ljónið, Gívurin og klædnaskápið?.

Ein líkleiki aftrat við Narnia-bøkurnar er, at meðan drúgv tíð verður brúkt í tí heimi, tey koma til, so er ?eingin tíð liðin í tykkara heimi?, sum Gulnir kongur sigur (s.79). Vandamikla ferðin úr Niðafjøllum til Zambora er afturfyri lík ferðini hjá hobbunum í ?Lord of the Rings? hjá Tolkien. Somuleiðis ryssuhjálmin, ið ger tey ósjónlig og vitjanin hjá álvum. Viðurskiftini millum dvørgar, álvar og aðrar verur ber eisini á brá bøkurnar hjá Tolkien. (Hesar verða eisini tiknar upp á tungu á s. 83).

Ein góð bók?

Tað er lætt at ummæla eina góða bók, tí tú hevur hjartað við í skrivingini, og hjá summum gevur ummælið av eini vánaligari bók málinum eitt serligt flog. Tað er eins og ummælarin rættiliga kann válka sær í, hvussu óbrúkilig, tápulig og kanska skaðilig útgávan er. Ímillum hesi avbrigdini er tann stóra nøgdin av miðalbókum, sum eru tær truplastu at skriva um, tí tú vilt hava tað røttu vágina í tína meting. ?Hjá dvørgunum í Niðafjøllum? liggur og riðar á markinum í neðra.

Hugskotið til ?Heimin Forna? er gott, og høvundurin leggur upp til nógvar góðar møguleikar, men hann spillir teir flestu av teimum við pjakutum skrivingarlagi við alt ov nógvum endurtøkum. Til dømis verður lýsingarorðið kløkkur tránýtt í tann mun, at lesarin loksins hveppir seg, hvørja ferð tað kemur fyri. Frásøgnin er um somu tíð ov neyv og ikki nóg neyv. Lesarin fær í summum førum hvørt klædnaplaggið lýst, meðan hann aðrastaðni lítið og einki fær at vita um hvørki umhvørvi, útsjónd á fólki, mat o.s.fr. Stundum ótolnast tú, tí frásøgnin uttan grund tøvir, og stundum er søgan tann bera gongd og eingin dýpd. Fitt av smærri mótsøgnum og anakronismum rekast eisini uppií.

?Hjá dvørgum í Niðafjøllum? er uppfinningarrík og í støðum spennandi, so tað er lítil ivi um, at mong børn og ung fara at fúka ígjøgnum hana. Somikið meira spell, at høvundurin ikki hevur fingið leiðbeining, áðrenn bókin fór til prentingar. Vórðu endurtøkurnar færri, og frásøgnin sum heild strammað, hevði úrslitið ivaleyst verið meira heilskapað enn sum er. Forlag og prentsmiðja hava heldur ikki verið at sær komin, tá ið tað snýr seg um uppseting, tí innskjótingar aftan á reglubrot mangla í heilum.