Dupult lívið hjá Sjúrða Skaale riggar væl, og hann heldur at skemt og politikkur púra natúrligt hoyra saman. Sjúrður Skaale hevur í mong ár verið ein sera kendur skemtari í Føroyum. Millum annað kenna vit Sjúrð frá skemtirøðini Pipar&Salt og Eg Elski Føroyar. Hann hóskar ógvuliga væl í rolluna sum skemtari, og hevur allarhelst verið millum teir fremstu á hesum økinum í nógv ár.
Tá Sjúrður Skaale síðani valdi at føra seg fram fyri Tjóðveldi til seinasta Løgtingsval bleiv hann valdur inn, og hevur nú røkt starvið sum Løgtingsmaður í umleið eitt ár, umframt at hann hevur havt sæti á Fólkatingi.
- Eg haldi at skemtarar mangan eru samfelags kritiskir, og tískil hóskar skemtarar væl inn í politikk, sigur Sjúðrur Skaale í samrøðu við Planet.
Trupult kann sjálvsagt verða at føra eitt sokallað dupultlív, men hesum trupulleika hevur Sjúrður als ikki merkt.
- Fólk hava bara verið jalig, og duga væl at skilja ímillum politikk og skemt, sigur Sjúrður.
Spurdur um hann ætlar at halda fram við at framleiða skemt sigur Sjúrður soleiðis.
- Tað tekur langa tíð at framleiða slíkt tilfar sum vit frammanundan hava gjørt, men eg ætli mær so ikki at gevast við tí.
Hann váttar samstundis, at Pipar&Salt væntandi kemur aftur á skránna í 2009, tó er enn einki greitt um nær tað verður.