Dupultan barnafrádrátt til einsamallar uppihaldarar og livikorskanning

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt tvey uppskot fyri tingið, ið skulu bøta um støðuna hjá einsamallum uppihaldarum í Føroyum

Sambært Tjóðveldisflokkinum eru uppskotini ein liður í, at flokkurin politiskt vil raðfesta sosialu korini hjá samfelagsbólkum, ið detta burturímíllum í sosial- og fíggjarpolitikki landsins og í samfelagsgongdini sum heild. Flokkuirn sigur, at talan er um sosialar bólkar, ið fáa øktar fíggjarligar byrður av fíggjar- og búskaparpolitikki landsstýrisins, og ikki eru millum tey, ið kunnu taka lut í nýggjum lánitilboðum, avdráttarskáum, partabrævaíløgum og mongum øðrum tilboðum, sum floyma í almenna miðlaheiminum í løtuni.
Og flokkurin nevnir: familjur við lágum inntøkum kring landið (ið hava reallønarlækking í løtuni), pensjónistar, ið bert hava fólkapensjónina at dúva uppá, fólk við lægstu fyritíðarpensjón, fólk við skerdum førleika og familjur og einstaklingar í sosialum trupulleikum sum heild. Ein av hesum gloymdu bólkum, sum er í vanda fyri at gerast enn meira marginaliseraður, er uttan iva einsamallir uppihaldarar, sigur flokkurin.

Dubultan barnafrádrátt
Annað uppskotið er ein broyting í skattalógini, sum ger, at einsamallir uppihaldarar fáa skulu fáa dupultan barnafrádrátt. Broytingin í lógaruppskotinum ljóðar, at 5.500 kr. verður broytt til 11.000 kr. fyri einsamallir upphaldarar.
Finnur Helmsdal, løgtingsmaður og uppskotsstillari, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at: Sum dømi kann nevnast, at einsamallur uppihaldari við tveimum børnum undir 18 ár fer at hava kr. 11.000 afturat, eftir at skattur er goldin. Um inntøkan er 180.000 kr. árliga, svarar hetta til eina hækking í reallønini á 8%.
Vit spurdu Finn Helmsdal, hvussu hann definerar ein stakan uppihaldara, og sostatt hvussu nógvan pening talan er um, men hesum kundi hann ikki svara  júst tí at hugtakið "stakur uppihaldari" ikki er greitt í Føroyum.

Kanna livikor
Hitt uppskotið, sum Tjóðveldisflokkurin leggur fram í dag, snýr seg um at gera eina livikorskanning av einsamøllum uppihaldarum og at koma við ítøkiligum uppskotum um at bøta um sosialu og fíggjarligu støðuna hjá støku uppihaldarunum.
Í uppskotinum verður heitt á landsstýrið um at seta í verk eina kanning av livikorunum hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum - eitt nú tá ræður um fastar útreiðslur, nýtslumøguleikar, útbúgvingarmøguleikar, sosial netverk, forsyrgjaraskyldur og møguleikar hjá børnunum sum heild. Harumframt verður skotið upp neyðugar lógarbroytingar og tiltøk at bøta um fíggjarligu og sosialu møguleikarnar hjá teimum familjum, ið eru fyri vanbýti.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Tjóðveldisflokkurin, at ongi hagtøl eru um sosialu støðuna í Føroyum.
- Tey vantandi sosialu hagtølini í Føroyum gera, at tað er nærum ógjørligt at siga nakað greitt um sosialu og fíggjarligu støðuna hjá einsamøllum uppihaldarum.

Og flokkurin vísir til grein í Sosialinum 3. Februar 2006, har greitt verður frá um ein bólk av lesandi á RUC, sum hevur gjørt eina kvalitativa kanning av støðuni hjá sjey einsamøllum mammum í Tórshavn. Teirra niðurstøða er greið: At hesar familju liva undir fátækramarkinum, hava vónleys bústaðarútlit, fáa ónøktandi málsviðgerð frá sosialu myndugleikunum og eru undir sálarligum trýsti, orsakað av sosialu støðuni. Víst verður eisini á, at familjan hjá kvinnunum er sera týdningarmikið sosialt trygdarnet.

Og flokkurin nevnir, at ein sjálvboðin arbeiðsbólkur hevur skotið upp at stovna serliga ráðgeving fyri einsamallar uppihaldarar út frá royndum, ið siga, at tørvurin er alstórur.

Kvantitativ kanning
Sambært tíðindaskrivinum frá tjóðveldisflokkinum er skeivt at tosa um ein einsháttaðan sosialan bólk. Inntøkugrundarlagið er sjálvsagt ymiskt eins og aldur, útbúgvingarstøða, netverk, barnatal, bústaðarmøguleikar, bústaður í landinum og sosial støða annars.

Ein slík kanning eigur tí at vera kvantitativ, og at fevna um hesar spurningar: Hvussu nógv fólk er talan um, aldurs- og kynsbýtið, hvar tey búgva, hvussu tey kunnu bólkast sosialt - t.e.hvørji støðu eru tey í fíggjarliga og hvussu eru tey býtt á inntøkubólkar. Harumframt eigur at vera kannað, hvat er eftir at liva fyri hjá familjunum hjá einsamøllum uppihaldara í ymsum inntøkubólkum, tá fastar og neyðturviligar útreiðslur eru goldnar, umframt hvørji tilboð og rættindi tey fáa frá almennum skipanum.

Kjarnufamiljan
Í tíðindaskrivinum sigur Tjóðveldisflokkurin, at dagsins samfelag byggir í nærum øllum lutum á kjarnufamiljuna (við tveimum foreldrum, børnum og stórum familjunetverki) sum karmurin um inntøku, bústað, sosiala støðu, trivnaði, samleika og menning hins einstaka.
Allir møguleikar í samfelagnum tykjast verða beinleiðis samanskrúvaðir til familjur við tveimum uppihaldarum og fleiri inntøkum.
- Møguleikarnir at fíggja egnan bústað og fáa lagaliga fígging frá peningastovnunum eru aloftast treytaðir av tveimum inntøkum
- Møguleikarnir at átaka sær eyka arbeiði ella at útbúgva seg/eftirutbúgva seg eru treytaðir av at vera fleiri uppihaldarar hjá børnunum
- Møguleikarnir at tak lut í sosialum lívi og mentanartilboðum í gerandisdegnum eru treytaðir av at verða fleiri um børnini

Kortini eru krøvini til familjur við einsamøllum uppihaldara nett tey somu, sum til kjarnufamiljuna. Eitt nú:
- at skapa eitt heim og tryggleika til børnini
- at uppala børnini
- at taka lut og stuðla í skúlalívi og frítíðarlívi barnanna
- at útvega børnunum mat, klæði og materiellar hentleikar
- at fíggja frítíðarlív og framtíðarmøguleikar hjá sær sjálvum og børnum

Umframt at sosiallóggávan í Føroyum ongantíð hevur fingið veruliga politiska raðfesting, kann staðfestast, at familjurættarliga lóggávan í Føroyum er vónleyst afturúrsigld. Ásetingar um barnapening, uppihaldspening og rættindi hjá børnunum til bæði foreldur eru mál, sum eru danskt málsøki og tykjast verða heilt fremmandur lutur í føroyskum politikki.