Dupult-uppgerð á Hálsi

Klokkan 14.30 byrjar kvinnudysturin millum liðini, og her er Neisti stórfavorittur.

Tær bláu tykjast veruliga hava fingið glið á aftur seinastu tveir dystirnar, og við einum sigri í dag kunnu tær halda fast um trýstið á VB.

 

Hjá monnunum er favorittleikluturin ikki eins greiður. Neistin er enn nummar tvey í landskappingini, men avrikini hava ikki verið so sannførandi seinastu tíðina. Men nú Kyndil av álvara er farið at hótta, hevur Neistin illa ráð til annað enn ein sigur.

 

Mansdysturin á Hálsi byrjar klokkan 16.00