Tað verður 42 ára gamli Carlos Dunga, sum loysir Carlos Alberto Parreira av sum venjari hjá brasilska fótbóltslandsliðnum. Dunga er púrasta óroyndur sum venjari, men sum liðskipari hjá liðnum, sum vann gull í HM í 1994 er hann ein maður, sum hevur stóra virðing í heimlandinum.
Ikki minst man tað telja rætta vegin, at Dunga altíð sýndi stóran stríðsvilja, og júst tað var kanska tað, sum var størsta mangulvøran, tá Brasilia í summar ikki vann seg millum tey fýra seinastu í HM-kappingini. Og sjálvur sigur Dunga, at hann ætlar sær at verða líka avgjørdur sum venjari, sum hann var tað sum spælari.










