Duldu avgerðina um skúlan

Foreldrini á Trøllanesi eru misnøgd við, at bygdaráðið duldi fundin og avgerðina um, at skúlin á Trøllanesi ikki skuldi lata uppaftur

 

Trøllanes: Foreldrini á Trøllanesi halda, at bygdaráðið í Mikladali við vilja duldi fundin og avgerðina um, at skúlin á Trøllanesi ikki skuldi lata uppaftur.

? Bygdaráðsfundurin varð ongantíð lýstur, og vit fingu ongantíð boð um avgerðina, at skúlin á Trøllanesi ikki skuldi lata uppaftur, hóast gamla bygdaráðið hevði samtykt tað, sigur Bárður Østerø, eitt av foreldrunum á Trøllanesi.

Fundurin í Mikladals kommunu var fyrst í január mánaði ? nakrar fáar dagar eftir, at nýggja bygdaráðið hevði tikið við.

? Vit frættu um avgerðina í summar, men tað var ikki frá bygdaráðnum. Ikki fyrr enn 28. august fingu vit skrivlig boð frá kommununi um, at skúlin skuldi ikki lata uppaftur, sigur Bárður Østerø.


Fingu yvirlit við manglum

Foreldrini á Trøllanesi vóru í mars mánaði í sambandi við Kommunala Eftirlitið, tí tey vóru misnøgd við, at fundir og avgerðir hjá bygdaráðnum ikki vórðu lýst í talvuni á Trøllanesi, sum tað átti at gerast.

Í apríl mánaði kom so yvirlit upp um fundirnar hjá bygdaráðnum, men fundurin í januar kom ongantíð á yvirlitið, hóast aðrir fundir, sum høvdu verið, vóru á yvirlitinum.

? Tá nú bygdaráðið fór aftur í tíðina við fundum á hesum yvirlitinum, so tykist tað løgið, at fundurin frá január mánaði ikki kom á yvirlitið, heldur Bárður Østerø.

Hann ivast ikki í, at bygdaráðið royndi at fjala avgerðin um skúlan á Trøllanesi sum longst fyri foreldrunum.


Einki orð um avgerðina

Í mai mánaði var Torbjørn Jacobsen í Kalsoynni í skúlaørindum. Fyrst og fremst snúði hendan vitjan seg um framhaldadeildina á Húsum, men hann fór eisini norður í oynna fyri at kunna seg um skúlaviðurskiftini á Trøllanesi og í Mikladali.

Foreldrini á Trøllanesi siga, at meðan tey vóru hjástødd, var ikki eitt orð sagt um, at bygdaráðið tá langt síðani hevði avgjørt, at skúlin á Trøllanesi skuldi ikki lata uppaftur.

Hetta kom ikki fram, hóast vitjanin hjá Torbirni Jacobsen og hansara fólki úr Mentamálastýrinum snúði seg um júst hetta mál.

28. august í ár fingu foreldrini á Trøllanesi almennu boðini um, at skúlin í bygdini ikki skuldi latast uppaftur. Tá høvdu tey frætt tað umvegis og høvdu tikið børnini úr skúlanum at mótmæla avgerðini.

Børnini eru framvegis heima, og eingin loysn á málinum er í eygsjón.

Bygdaráðsformaðurin í Mikladali er burturstaddur, og tí hava vit onga viðmerking frá honum til málið.