Lámhentir hondbóltsspælarar hanga ikki á trøðunum. Ein teirra er Rebekka Justinussen hjá StÍF, og hon váttar fyri Hondbóltsblaðnum hjá Sosialinum, at onnur feløg hava ligið framvið at fáa fatur á henni.
Tey feløgini kunnu tó gloyma alt um at tryggja sær føroyska landsliðsleikaran.
- Eg havi ongantíð havt hug at spælt aðrastaðni. Eg rokni ikki við, at eg hevði dugað at spælt fyri pengar. Eg vil bara spæla við mínum barndómsfelag. Tað hevði ikki sagt mær nakað vunnið við einum felag, sum ikki er mítt, sigur Rebekka og undirstrikar, at hon helst ongantíð fer úr StÍF.
- Eg havi altíð víst fyrispuringunum aftur. Eg haldi at tey nú eru givin við at spyrja seg fyri. Kanska er tað tí eg altíð sigi nei, ella man tað vera tí at kvaliteturin er minkaður, sigur Rebekka skemtandi.