Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, segði seg fyrrapartin í gjár ikki duga at meta um, hvat fór at spyrjast burtur úr semingsroyndini millum tey seks limafeløgini í reiðarafelagum øðrumegin og Føroya Skipara-og Navigatørfelag hinumegin.
Men hvat hendir so á midnátt í kvøld, um semingsuppskotið, sum verður lagt fyri partarnar í dag klokkan 15, verður vrakað - av øðrum ella báðum pørtum, og semingsstovnurin gevst við sínum royndum at finna semju?
- Ja, tað veit eg ikki; tá hava vit so sáttmálaloysi milum hesar skipabólkar og FSN, og vandi er fyri, at tann parturin av flotanum, sum tá liggur í sáttmálaloysi, verður lagdur, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag.
Eingin dýrari
Jákup Sólstein ásannar, at hesar samráðingarnar hava verið ógvuliga drúgvar og truplar.
- Vit hava sagt, at eingin sáttmáli skal gerast dýrari fyri reiðaríini ? og at talan í minsta lagi skal verða um null-loysnir.
Hann vísir á, at teir báðir sáttmálarnir, sum eru gjørdir ? sáttmálin hjá línuskipum og ídnaðarskipum ? snúgva seg um null-loysnir, har skiparar og navigatørar hava slakað eitt lítið sindur í hýrum afturfyri eina hækking í pensjónini. Hesir sáttmálar eru at kalla teir somu, sum semingsstovnurin legði upp til fyrr í ár, men sum Føroya Reiðarafelag og Føroya Skipara-og Navigatørfelag tá vrakaðu.
Jákup Sólstein væntar ikki, at tað fer at verða so trupult hjá Felagnum Rækjuskip at fáa í lag nýggjan sáttmála við FSN, tí eisini her tykjast partarnir rímiliga samdir um eina null-loysn.
- Men, sum heild, dugi eg ikki at meta um, hvat úrslitið í dag verður, segði formaðurin í Føroya Reiðarafelag fyrrapartin í gjár.
Flotin lagdur
Terji Sigurðsson, sum saman við Jóannesi Djurhuus, manna semingsstovnin, sigur, at samráðingarnar millum feløgini hava verið truplar.
Hann ásannar, at verður uppskotið, sum nú liggur á borðinum, vrakað, hava partarnir ongan sáttmála, og tá er vandi fyri, at tann parturin av flotanum, sum ongan sáttmála hevur, verður lagdur.