Fólkatingsval
Tað hevur gingið skjótt hjá heimahjálparanum Piu Kjærsgaard og Danska Fólkaflokkinum í donskum politikki. Hon stovnaði flokkin í 1995, tá ið hon saman við fleiri øðrum fór úr Frambursflokkinum. Við valið í 1998 vann hon níggju fólkatingssessir, og víðgongda valskráin tryggjaði henni týsdagin 13 sessir afturat.
Tað gekk sum eftir ánni hjá Danska Fólkaflokkinum. Hann setti dagsskránna í valstríðnum meira enn nakar annar flokkur við áhaldandi tosinum um flóttafólk og innflytarar.
- Vit settu dagsskránna, og hinir flokkarnir kundu ikki lata vera við at tosa um okkum. Annaðhvørt við at skýra okkum sum ræðslumynd ella sum tað øvugta, segði Pia Kjærsgaard.
Flokkurin er nú triðstørsti flokkur við 22 fólkatingslimum, og hon fer at krevja ávirkan hareftir. Hon styðjar Anders Fogh Rasmussen og einari borgarligari stjórn, men tað verður undir ongum umstøðum treytaleyst.
Flokkurin krevur beinharðan politikk settan í verk mótvegis flóttafólkum og innflytarum, og tað verður á hesum økinum, at hann fer at royna at fáa sum mest burturúr.
Ræðast flokkin
Danski Fólkaflokkurin verður ofta skýrdur at vera ein tann mest høgravíðgongdi í Evropa, og tað eru nógv sum stúra fyri gongdini, nú hann situr so sterkur í Fólkatinginum. Flestallir flokkar vilja halda honum so langt burturi frá ávirkan sum gjørligt, men hesuferð verður tað trupult. Hon verður parlamentariska støðið undir einari borgarligari stjórn, og hevur longu boðað frá, at hon fer at koppa stjórnini, um flokkur hennara ikki fær ávirkan á førda politikkin.
Anders Fogh Rasmussen hevur tí neyvan annað í at velja enn at lata Danska Fólkaflokkin seta síni fingramerki á fleiri av hjartamálunum hjá flokkinum. Innflytarar stúra fyri gongdini, og útlendskir eygleiðarar hava eyguni eftir gongdini í Danmark.
Sjálv hevur Pia Kjærsgaard góðar vónir.
- Vit vita væl, hví vit hava fingu atkvøðurnar, og vit vita væl, at vit nú skulu syrgja fyri at herða útlendingapolitikkin, revsingina fyri harðskap og neyðtøku og virka fyri betri viðurskiftum hjá teimum gomlu, segði Pia Kjærsgaard ? valdrotningin í Danmark.