Tá ið kortlagt verður við dronum, flúgva hesar umleið 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data.
Flogið verður á Trøllanesi, Mikladali, Húsum og Syðradali á Kalsoynni í tíðarskeiðnum frá 26. august til 26. september, boðar Umhvørvisstovan frá.
Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur vanliga frá 30 minuttir til tveir tímar at flúgva yvir eina bygd.
Løgreglan er kunnað um flúgvingina. Dronurnar eru úr løttum og haldførum tilfarið og viga beint undir 1,5 kg.