Dronuførari í Hvannasundi er skuldsettur

Norðmaður er skuldsettur fyri at órógva grindadráp í Hvannasundi

Ein maður úr Noregi er skuldsettur fyri at órógva grindadráp í Hvannasundi við dronu síðst í juni.

 

Tað skrivar Kringvarpið.

 

Ein maður við tilknýti til Sea Shepherd felagsskapin stýrdi einari dronu, sum gjørdi upptøkur av grindadrápinum í Hvannasundi. Upptøkurnar vórðu eitt nú brúktar á sosialum miðlum hjá Sea Shepherd. Tað var sama drona, sum skotið varð eftir við høglbyrsu.

 

Kringvarpið skrivar, at maðurin hevði ikki loyvi, sum krevst til slíka flúgving, og tí er hann skuldsettur. Eingin er skuldsettur fyri at skjóta eftir dronuni.