Tað er nógv hent í Sørvágs kommunu gjøgnum fleiri ár. Fríðkingar og laðingar eru gjørdar, og bygdin hevur fingið eitt snøgt og hugnaligt øki á Stakka, tey rópa. Nú ræður um hjá fólkinum, tá løturnar koma, at fylla karmarnar á hugnaliga torginum.
Fótbóltsvøllur og vallarljós eru lutfalsliga nýggj, og karmarnir í ítróttarhúsinum eru dagførdir. Leypandi er skúlin í bygdini eisini dagførdur, men her vantar nakað enn, og í komandi ári er ætlanin at gera hesi arbeiði liðug.
Tað er eingin loyna, at Eyð Ellingsgaard, sum gjørdist borgarstjóri í Sørvágs kommunu eftir seinasta kommunuval, hevur havt eitt brennandi ynski um, at sørvingar eisini fáa eina nýggja ítróttarhøll.
Men, ein slík høll er ein stór verkætlan, sum neyvan verður framd í verki í hesum skeiði. Tó heldur hon framvegis, at kommunan eigur at seta sjøtil á hetta arbeiðið longu í hesum valskeiði.
- Eg kundi hugsað mær, at vit í hesum skeiðnum funnu staðsetingina og kundu fingið planerað fyri einari ítróttarhøll. Flogbólturin hevur vánaligar umstøður í Sørvági. Her verður vant og spælt í fimleikarhøllini í skúlanum.
Við einari nýggjari ítróttarhøll hevði ítrótturin í kommununi sum heild fingið nógv betri umstøður, sigur borgarstjórin, sum kortini ásannar, at enn er eitt hallarmál í Sørvági ikki blivið til meira enn tankar, og ein slík verkætlan er sum so ikki eitt veruligt mál hjá nýggja kommunustýrinum enn.
Nú verður so arbeitt við fíggjarætlanini fyri 2022, men enn er ikki greitt, um fíggjarætlanini fer at geva nakrar ábendingar um, hvør gongdin verður við málinum um eina ítróttarhøll næstu árini.
Tað er nú fleiri ár síðan, at Sørvágs kommuna valdi at staðseta eitt vinnuøkið á lendinum oman fyri omankoyringina til flogvøllin, og her eru nú øll grundøkini við at vera seld. Seinasti vinnubygningur, sum er reistur á økinum, er stóri bilaverkstaðurin hjá Carro.
- Vit hava fleiri fyrispurningar um lendi til vinnulig endamál, og ætlanin er at veksa um økið, sigur borgarstjórin.
Eyð Ellingsgaard vísir á, at Sørvágs kommuna í løtuni arbeiðir við at breiðka vegin úti á Bakka - frá bátahylinum og út móti bryggjuni. Tað er nógv virksemið úti á bryggjuni, serliga í samband við laksavirkið hjá Hiddenfjord, smiðjuna hjá Vestmek og Handilsvirkið Niclasen.