Hevði tað gingið sum ætlað, hevði umhvarvið av einum luksusotelli í 10 hæddum og einum upplivingardepli í milliardklassanum, verið týðiligt á luftini uppi á Hálsi í Havn.
Men so kom stígur í búskapin og nú er alt lagt í skuffuna til tíðirnar batna aftur.
Tað var í jólamánaðinum í 2007, at Mads Andreas Winther, stjóri í Miðlon, greiddi Sosialinum frá um sínari framsjón um økið rundan um Miðlon.
Eftir ætlanini, sum hann nevndi Miðlendið, skuldi tað longu vera fyri einum ár síðani at fyrsti spakin skuldi setast í til at byggja eitt luksushotell og upplivingadepli við hentleikum av øllum handa slagi.
Men sum so mangur annar má hann staðfesta, at kreppan, sum kom, endavendi øllum og nú dugir hann ikki at siga, nær ætlanin verður veruleiki.
Men hann leggur kortini dent á, at hann hevur ikki slept ætlanini.
- Tað hevur ikki gingið eftir vild og nú mugu vit ásanna, at hetta er ikki akkurát rætta tíðin at fara undir so stóra ætlan, sigur hann við Sosialin.
- Vit halda framvegis, at hetta er ein góð ætlan og vit trúgva framvegis upp á hana. Vit hava bara lagt hana í skuffuna og nú bíða vit eftir, at tíðin er búgvin at taka hana framaftur, sigur Mads Andreas Winther.
- Nær tað kann vera, hevur hann onga hóming av, tí tað veldst um, nær tíðirnar venda aftur.
Men hann heldur, at tað kann vera, at tað ikki verður fyrrenn einaferð næsta ár, áðrenn ætlanin um Miðlendi verður tikin upp aftur úr skuffuni.
Hann leggur afturat, at av tí, at teir hava lagt ætlanina á hyllina fyribils, hava tey heldur onki gjørt fyri at útvega fígging til íløguna, sum helst kemur upp í milliardklassan.
Luksushotell og upplivingardepil
Ásannast má, at Mads Andreas Winther, hugsaði stórt, tá ið hann fyri trimum árum síðani greiddi Sosialinum frá ætlanunum, hann hevði fyri økinum uppi á Hálsi í Havn. Í 2012 skuldi økið verða bygt við einum 40 metra høgum luksushotelli í 10 hæddum og og einum upplivingardepli við svimjihøll, venjingarmiðstøð, vælverumiðstøð, bowlinghøll, matstovum, biografi, leikalandi til børnini og handlum í hópatali. Og alt samalt skuldi verða samanbundið við eini innandura gongugøtu fyri at tað skuldi bera til at ferðast turrskøddur ímillum allar hentleikarnar.
Miðdepilin í øllum skuldi verða eitt torg við trøðum og plantum og stórum glasveggjum.