Michael Müller
Vissuliga kann staðfestast, at gamla staðarnavnið í Nólsoy, Skipagriftin, nú aftur er komið til sín rætt. Tí í náblaðnum, í niðurlagda flakavirkinum Klivar, er nú føroya fysta, verunliga Marina opnað.
Saman við nólsoyingum kunnu nú havnamenn gleðast um tær framúr umstøður, sum smábátaeigararnir nú hava fingið. Aftan á samanleggingina av kommununum, er tað sjálvsagt, at Nólsoyarvík leggur rygg til eina hóskiliga bátahavn.
At fara allan teinin inn á Sund at pumpa bát og so at spara tann koyritúrin tá er tað hugaligari at taka Rituna av Bursatanga um fjørðin til Nólsoyar. Tað man vera fáur bátaeigari kring Limfjørðin, sum hevur styttri leið til sítt bátapláss.
Nú víkin er so væl vard eftir at norðrara grótkastið er lagt út, man eingin ivast í, hvussu væl egnað plássið er til bæði summar og vetrarlegu. Fyrrverandi flakavirkið, Klivar, kemur at standa øllum bátaeigarum, ið hava hug til tess, at fáa innivist. Eins og at hava neyst í Havn, kemur tann tørvurin nú at verða nøktaður við tað, at einhvør bátaeigari kann fáa húsarúmd har í tilskilaðum hóskiligum rúmi at hava sína »marinu-útgerð« liggjandi.
Inni í stóru høllini ber til at fáa uppihald hjá báti, sum treingir til ábøtur, har helst skal vera turt og lýtt. Á keiplássinum undir stóra hálvtakinum, er pláss til eini 40 bátar, sum ikki hava fyri neyðini at standa inni, men klára seg við at fáa sínar ábøtur gjørdar úti, men undir turrum.
Úti í heimi er alstórur áhugi fyri hesari fyrstu og flottastu Marinaðini í Norðurhøvum. Og tá at kalla allar handverkaratraditiónir: bátasmiðir, maskinsmiðir og málarir, er á staðnum, er upplagt at Nólsoyarvík fer at verða eitt fremsta ferðamál hjá nógvum fremmandafólki, sum hava hug at fara í: Víking! og at fáa sínar ábøtur gjørdar á bát sín her, í einum av mest charmerandi umhvørvum í norður-atlantshavi. Afturat øllum teim gomlu húsunum, sum Kunningarstovan hevur at bjóða fólki, eru eisini kaffistova og skrivstovur á flakavirkinum innrættaði til at hýsa størri ferðaløgum.
Har Ove trein síni fyrstu spor, og sum síðani útviklaði seg til Ova-stevnuna, er nú ein international báta-olympiada. Úr Bretagne, Suðuroyggjum og Írlandi fara vit at uppliva henda fjálga stemmningin av eydnusælum siglarum, sum hava valt at halda summarfrítíðina í Nólsoy, skamt norðan fyri heitasta stað í Føroyum Hósmøl.










