Dreymamál ikki nóg mikið hjá Sveis

Neyðugt var við brotssparkskapping, áðrenn Pólland knógvaði Sveis í frálíkum dysti.

Fyrsta 1/8-finalan í EM-endaspælinum í Fraklandi varð spæld í dag. Tað vóru Sveis og Pólland, sum hittust á Stade Geoffroy-Guichard í Saint-Étienne.


Fyrri hálvleikur var javnur, men tað var Pólland, sum var vandamiklari og eisini legði seg á odda stutt fyri hálvleik. Jakub Błaszczykowski varð spældur leysur eftir eitt mótálop og syrgdi við einum fløtum sparki fyri, at Pólland slapp til hálvleiks á odda.


Sveis spenti álopsbogan so hvørt sum seinni hálvleikur leið, og í nøkrum umførum var tætt við, at teir javnaðu. Tættast við var Haris Seferović, sum rakti á tvørtræið tá ið eitt gott korter var eftir at spæla.


Tað skuldi vísa seg, at Sveis fekk útjavnandi málið. Xherdan Shaqiri, sum hevur verið fyri atfinningum hetta endaspælið, trein fram við einum dreymamáli tá ið átta minuttir vóru eftir. Stoke-spælarin saksaði bóltin í málið til 1-1, og so var neyðugt við longdari leiktíð.


Hóast longda leiktíðin bar brá av at leikarar vóru troyttir, so vóru nakrir góðir málmøguleikar. Serliga innskifti Eren Derdiyok hjá Sveis var tætt við, men longda leiktíðin endaði málleys, og so var neyðugt við brotssparkskapping.


Pólland kom næstan alt fyri eitt omaná í brotssparkskappingini, tí nýklakti Arsenal-leikarin hjá Sveis, Granit Xhaka, misnýtti sítt brotsspark. Pólland skoraði hinvegin upp á øll brotsspørkini, og tað merkir, at teir við 5-4-sigri í brotssparkskappingini nú eru klárir til fjórðingsfinaluna.


Í fjórðingsfinaluni skal Pólland møta annaðhvørt Kroatia ella Portugal. Tann dysturin verður spældur hósdagin.


Sveis – Pólland 1-1 (0-1)

0-1: Jakub Błaszczykowski, 39.

1-1: Xherdan Shaqiri, 82.

- Pólland vann brotssparkskappingina 5-4