Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Havn, Argjum, Nólsoy, Velbastað og Kaldbak. Mælt verður til at kóka vatnið í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn úr Havnardali og í raktu økjunum á bygd.
Vatnroyndir verða tiknar í hósdagin 7. september, og úrslitini fyriliggja fríggjadagin 8. september.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna millum annað á torshavn.fo, og kommunan sigur annars at borgarar f´´a nærri kuning við at vitja heimasíðuna ella tekna seg til tíðindabræv.