- Ein loysn er nú í eygsjón við drekkivatninum í Øravík, men framvegis verður mælt til at kóka drekkivatnið.
Tað vita tey í Tvøroyrar kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at í næstu viku verður byrjað at binda Øravík í høvuðsnetið hjá Tvøroyrar Kommunu, og tað arbeiðið tekur væntandi tveir dagar.
- Tá hetta er gjørt, fáa fólk í Øravík ikki longur kelduvatn úr Øravík, men drekkivatn frá vatnverkinum á Rananum.
Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at eftirfylgjandi kanningar av vatninum mugu staðfesta, um tað lýkur krøvini, áðrenn tilmælið um kóking av vatninum verður tikið av.
- Vatngóðskan í Øravík er batnað munandi í seinastu árini, síðani kommunan yvirtók vatnveitingina, men samstundis er títtleikan av vatnroyndum eisini øktur.
Sagt verður, at tað hevur víst seg at vera sera trupult til fulnar at lúka nútímans krøvini til drekkivatn uttan at reinsa kelduvatnið.
- Arbeitt hevur verið við einari ætlan um at fáa eitt lítið vatnverk til Øravíkar, men tann ætlan er í hvussu so er fyribils slept, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.