Tórshavnar kommuna heitir á fólk í vesturbýnum, um ikki at nýta vatn millum klokkan 13.00 og 16.00. Orsøkin er, at ein roynd verður gjørd at reinsa gomlu stoypijarnsleiðingina ovast í Torfinsgøtu í Tórshavn.
Tórshavnar kommuna hevur nevniliga vitjan av donsku fyritøkuni Aquatex/Rensman, sum hevur serfrøði í at reinsa millum annað gamlar vatnleiðingar, og tí fer Vatnverkið, sum eina roynd, at reinsa gomlu stoypijarnsleiðingina ovast í Torfinsgøtu í Tórshavn.
Royndin verður gjørd í dag seinnapart, og roknast má við, at brúksvatnið er sera dálkað hesa løtuna.
Mælt verður fólki til, sum búgva har á leið, um ikki at brúka vatn millum kl. 13.00 og 16.00, og at skola væl út eftir reinsiviðgerðina.