Dreingjalótir í Vágunum

Løgreglan fekk í gjárkvøldið eina fráboðan úr Vágunum, har ein maður boðaði frá, at nakrir ungir dreingir órógvaðu honum friðin, við at buka á dyr og vindeygu.

 

Maðurin vildi hava løgregluna at koma og taka eitt prát við dreingirnar, men fekk av løgreglustøðini at vita, at av tí at einki løgreglufólk var í oynni í løtuni, varð sannlíkt, at maðurin varð noyddur at bíða eina góða løtu. Ráðini frá løgregluni vóru tí, at maðurin lætst sum luft.

 

Fleiri fólk ringdu eisini í gjár og boðaðu frá einum bilførara í Havn, sum tey mettu var ávirkaður. Hann var júst farin inn í ein handil, tá løgreglan kom í prát við hann. Tað vísti seg, at maðurin møguliga var sjúkur, og var hann tí koyrdur út á Landssjúkrahúsið til kanningar, áðrenn hann varð koyrdur heim. Bilurin mátti standa til í morgun.