Fýra fólk doyðu, 0og 13 fingu skaða, tá ein bilur rendi inn í eina mannamúgvu í niðurlendska býnum Apeldoorn í dag, júst sum ein bussur við kongshúsinum koyrdi framvið Sjónvarpsmyndirnar vístu, at Willem-Alexander, krúnprinsur, og Maxima, krúnprinsessa, reistust í bussinum, tå tey sóu tann ógvusliga tilburðin.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at talan var ikki um yvirgang, men at tann 38 áqra gamli maðurin í bilinum hevði fyrireikað seg væl til atsóknina.
Eftir at hava rent inn í mannamúgvuna, rendi bilurin á ein minnisvarða, og løgreglan noyddist at skera hann leysan fyri at fáa hann úr bilinum.